Vit fara at lurta eftir teimum, sum hava klagað - og so taka vit tað haðani frá.
Tað sigur Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavík.
Fólk hava í langsamiliga tíð klagað um, at tey fáa ikki náttarfrið í Runavík, og har um vegir, fyri larmi frá skipum, sum liggja við bryggju.
Tey, sum klaga, vísa eisini á, at tað er so nógvur roykur frá summum av skipunum, at tað svíður í eygunum - umframt at tað dálkar umhvørvið.
Fólk, sum hava havt ampa av larmi og dálking frá skipum, hava stovnað felagið Heimafriður. Tað er eitt felag, sum er stovnað við tí endamáli at virka fyri heimafriði og heilsubetri umhvørvi hjá fólki.
Tey hava gramt seg um, at Runavíkar býráð letur ikki við seg koma. Men nú sleppa tey so at leggja málið fram fyri býráðið.
Les eisini: Hava ongantíð fingið so nógvar klagur sum nú
– Vit skulu hava evnisdag í Runavíkar Kommunu, og í tí sambandi hava vit bjóða teimum í felagnum Heimafriður at hava eina framløgu fyri okkum og at greiða okkum frá trupulleikanum, sigur Tórbjørn Jacobsen.
Hann sigur, at somuleiðis eru umboð fyri SEV biðin um at koma í býráðið at greiða frá, hvussu trupulleikin kann loysast.
– Tá ið vit hava hoyrt báðar partar, taka við tað haðani frá, sigur Tórbjørn Jacobsen.
Men hann sigur, at hann fær ikki lova nøkrum, at trupulleikin verður loystur í næstu framtíð.
Hann vísir á, at eftir tí, sum higartil hevur verið frammi, er tað so dýrt at streym úr landi til skipini, at tað er ein spurningur um tað ikki er bíligari í longdini at lata havnina aftur. Men tað er ein spurningur, tey vita meiri um eftir framløguna hjá SEV.
Hann sigur eisini, at talan kann verður ikki um, at Runavíkar Havn fer at gera eina skipan við landstreymi av sínum eintingum, uttan at aðrar kommunur gera tað sama.
– Á hesum øki skulu vit hava felags reglur fyri allar kommunurnar, tí tað fer at avlaga kappingina ímillum havnirnar at bara nakrar kommunur gera stórar íløgur í landstreym til skipini.
Men í hesum sambandi setir hann sítt álit á samgonguna, sum nú er skipað, tí tað stendur beinleiðis í samgonguskjalinum at ...Trupulleikin við ljóð- og luftdálking frá skipum skal loysast, og skal tað gerast í samráð millum land, kommunur og vinnu. Landið skal seta í verk reglugerð, ið tálmar hesari dálking...