Borgarstjórin ringur at hitta

Hóast nógvar royndir hevur tað ikki eydnast at fáa viðmerking frá borgarstjóranum í Miðvági til málið um dálkaða vatnið í bygdini

Tað hevur framvegis ikki eydnast okkum at fáa viðmerkignar frá Miðvágs Kommunu til málið um dálkaða vatnið í kommununi.
Stjórin á Føroya Fiskavirking var hvassorðaður mótvegis Miðvágs kommunu í viðmerking í blaðnum i gjár. Men hóast fleiri royndir vórðu gjørdar at fáa orð á borgarstjóran í Miðvági og hoyra hansara støðu í málinum, eydnaðist tað ikki.
Heldur ikki fyrrapartin í gjár, bar til at hitta borgarstjóran, sum seinnapartin mánadagin var á fundi við Føroya Fiskavirking um málið.
Umvegis kommunuskrivstovuna í Mðvági fekst at vita, at boirgarstjórin lat boðað frá, at viðmerkingar kundu fáast frá Føroya Fiskavirking.