Smá virki, sum ikki einsamøll kunnu standa fyri stórum arbeiðum, áttu at samstarva um felags tilboð.
Tað heldur borgarstjórin í Klaksvík, sum sjáldan fær fleiri enn tvey tilboð frá virkjum í býnum, tá okkurt stórt arbeiði skal gerast í kommununi.
? Vit hava tvey stór byggivirki, sum klára seg útmerkað. Men tey hava ovmikið at gera, og tí hevði tað verið gott fyri okkum, um fleiri høvdu hug at bjóða upp á arbeiði í kommununi, sigur Steinbjørn Jacobsen.
Fleiri stór kommunal arbeiði eru í gongd í løtuni, og fleiri teirra eru vorðin nógv dýrari enn kostnaðarmetingin, tí øll tey stóru virkini í landinum hava so nógv at gera, og tað ávirkar prísin.
Meira samstarv
Stóra umvælingin av svimjihøllini í Klaksvíkar gjørdist munandi dýrari enn ætlanin, og tað sama er galdandi við nýggjari útstykking á Helnabrekku.
Umframt hetta eru eisini onnur stór arbeiði í gongd. Skúlin á Ziskatrøð verður framhaldandi umvældur fyri nógvar pengar, og stór bygging er í gongd undir Kráarbrekku, har sambýli og eldraíbúðir verða gjørd.
? Vit fáa vanliga tilboð frá teimum báðum stóru virkjum í býnum, meðan tey smærru virkini ikki seta seg før at bjóða. Virki, sum hava nøkur fá fólk í arbeiðið, klára ikki at standa fyri stórum arbeiðum sjálvi, men tey áttu at samstarva meira, heldur Steinbjørn Jacobsen.
? Á tann hátt høvdu vit fingið fleiri tilboð til okkara arbeiði, og tær smáu fyritøkurnar kundu verið við í kappingini.










