Heðin Mortensen er kendur sum ein sera virkin maður. Hann hevur verið við í nógvum nevndum, og hann hevur havt fleiri áitisstørv samstundis.
Men nú hann skal verða borgarstjóri í Havn, verður hann noyddur at leggja borgarliga starvið og onnur álitisstørv frá sær.
Og tað merkir millum annað, at Ítróttarsamband Føroya skal hava nýggjan forseta fyri Heðin Mortensen, sum hevur sitið í sessinum í 24 ár.
? Tá ið borgarstjórin er valdur, skal hann leggja borgarliga starvið frá sær umframt øll almenn álitisstørv, sum ikki beinleiðis hava samband við starvið sum borgarstjóri, sigur Kommunustýrislógin frá 2000.
Eingin ivi í lógini
At ein borgarstjóri má leggja øll onnur størv frá sær, tá ið hann verður valdur, er galdandi fyri tær kommunur, har borgarstjórastarvið er fulltíðarstarv, og tað hevur tað verið í Havn í nógv ár.
Býráðið kann geva undantøk frá regluni, men tað er bert, tá ið tað umræður beinleiðis fólkavald størv ? og her verður serliga hugsað um løgtingsmenn.
? Lógin sigur, at ein fulltíðar borgarstjóri skal vera borgarstjóri fult og heilt, og hann skal leggja sítt borgarliga starv og onnur álitisstørv, sum ikki hava beinleiðis samband við borgarstjórastarvið, frá sær, sigur Hilmar Høgenni, deildarleiðari í Innlendismálaráðnum.
Hann vil ikki gera eina meting av tí ítøkiliga døminum, men sigur, at tað er ikki avgerandi, at uppgávan í einum frítíðarfelag er ólønt, men heldur, at hon einki hevur við borgarstjórastarvið at gera.
Og verður hetta ført yvir á ítøkiliga dømi í Havn, so má niðurstøðan vera, at borgarstjórin í Havn ikki verða ÍSF-forseti.
Heðin var afturvaldur í ár
Síðani 1980 hevur Heðin Mortensen verið forseti fyri føroyskan ítrótt. Hann hevur verið í sessinum longri enn nakar annar frammanundan hann, og á aðalfundinum fyrr í ár varð hann afturvaldur fyri næstu tvey árini.
Starvsnevndin í ÍSF er mannað við Heðini Mortensen, sum er forseti, Sverre Midjord er varaforseti, og Petur Elias Petersen er skrivari. Harafturat er John Kjær varalimur.
Næsti aðalfundur hjá ÍSF verður í mai mánaði næsta ár, og tá standa bæði Sverre Midjord og Petur Elias Petersen fyri afturvali.
Sannlíkt er tí, at John Kjær nú kemur í starvsnevndina fyri Heðin Mortensen, og Sverre Midjord røkir uppgávuna sum forseti fram til aðalfundin næsta ár.
Tá kunnu ítróttarfeløgini í Føroyum síðani velja sær nýggjan forseta og starvsnevnd.
Tað eydnaðist okkum ikki at fáa viðmerking frá Heðini Mortensen um hetta málið fyrrapartin fríggjadagin.