Borgarstjórin í Leirvík klagaður

Minnilutin í Leirvíkar bygdarráði hevur klagað Fríðgerð Heinesen, borgarstjóra fyri lógarbrot og fyri at hava brúkt pening í heimildarloysi. Tríggir bygdarráðslimir, Jóhann Christiansen, Randi í Jógvansstovu og Poul Andrias Joensen, hava sent innlendismálaráðnum og Løgtingsins Umboðsmanni klagu um borgarstjóran, Fríðgerð Heinesen.

Tey trý vilja vera við, at hon hevur brotið kommunustýrislógina, løgtingslógina um veg gjøgnum Leirvík og fyri í heimildarloysi at hava nýtt pening til at kanna vegaføringina oman fyri Leirvík.

Hilmar Høgenni, deildarstjóri í innlendismálaráðnum, váttar fyri Útvarpinum, at klagan er komin, men hann vil ikki gera nakrar viðmerkingar til innihaldið.