Borgarstjórin í Kunoy heldur fram

Eisini hava tey helst yngsta varaborgarstjóra í landinum

Sóley Klettskarð í Kongsstovu heldur fram sum borgarstjóri í Kunoyar kommunu. Hetta verður triða setan, ið Sóley Klettskarð í Kongsstovu er vald inn í bygdaráðið í Kunoy.

 

Varaborgarstjóri er 19 ára gamla Sonja Sólheyg Michaelsen.

 

Tað sita fimm bygdaráðslimir í Kunoy. Sóleyð Klettskarð í Kongsstovu bleiv toppskorari við 22 atkvøðum. Saman við henni kom Bárur Hugo Klode inn á lista B. Hann fekk 11 atkvøður.

 

Tríggir limir blivu valdir á lista A: Jógvan á Høvdanum, Sonja Sólhey Michaelsen og Djóni Reginson Kunoy, við ávikavist 14, 13 og 6 atkvøðum.