Borgarstjórin í Klaksvík umhugsar støðuna í Tjóðveldisflokkinum

Herfyri tók Karsten Hansen seg úr Tjóðveldisflokkinum, og nú umhugsar Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri í Klaksvík, at gera tað sama

POLITIKKUR

 
 
 
- Eg umhugsi alvorliga støðuna, tí eg eri ikki nøgdur við hana, sum hon er nú. Eg havi ikki tikið støðu enn, men tað verður um ikki so langa tíð, sigur Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri í Klaksvík, um sín limaskap í Tjóðveldisflokkinum.
Herfyri tók næstformaðurin í flokkinum, Karsten Hansen, seg úr Tjóðveldisflokkinum, av tí at allir hinir tinglimir floksins atkvøddu fyri broytingini í §266b í revsilógini, so samkynd verða vard ímóti diskriminatión, og tað hóvaði honum ikki.
Partamaður hansara í Norðoyggjum, Steinbjørn O. Jacobsen, er samdur við hann.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Hugburðurin øðrvísi í Suðurstreymoy
 
 
- Tað er fallið mær fyri bróstið, at Tjóðveldisflokkurin í sambandi við lógasmíð, ikki vil hava Bíbliuna sum rættisnór, sigur Steinbjørn O.Jacobsen, ið tó leggur afturat, at hann ongan veg er farin enn.
Hann hevur heldur ikki tikið støðu til, um hann møguliga ætlar upp í annan flokk ella upp í landspolitikk.
- Eg havi tvey ár eftir sum borgarstjóri, sigur hann.
Steinbjørn O. Jacobsen metir annars, at hugburðurin mótvegis eitt nú málum sum 266b er heldur øðrvísi í t.d. Norðoyggjum og Sandoynni enn í Suðurstreymoy, har fleiri fólk búgva.
 
 
MYNDATEKSTUR
 
Steinbjørn O. Jacobsen er ikki nøgdur við Tjóðveldisflokkin