Borgarstjórin í Klaksvík 55 ár

Hósdagin 30. oktober fylti borgarstjórin í Klaksvík, Steinbjørn O. Jacobsen, 55 ár. Steinbjørn er føddur og uppvaksin á Vágsheygnum.

Pápi Steinbjørn var Rasmus Jacobsen, vanliga nevndur Rasmus hjá Óla Jákup, og mamman er Kristina Jacobsen, ella Kristina hjá Sámal í Lorvík. Steinbjørn vaks upp á Vágsheygnum í húsunum hjá abbanum beint við fótbóltsvøllin.
Hann fór sum 16 ára gamal til Havnar, har hann lærdi til múrara og hevði sítt egna múraravirki til 1984, tá hann fór at arbeiða hjá Húsalánsgrunninum. Hetta starvið hevði hann til hann um ársskiftið 2000/2001 bleiv borgarstjóri í Klaksvík.
Steinbjørn er giftur við Sunnevu, f. Joensen, úr Klaksvík, tey eiga fimm børn: Sigurð, Kristvør, Heri, Rógvi og Rasmus.