Jóansøkan í Vági er í dag í hæddini og nógv fólk sæst á bryggjuni og í gøtunum.
Veðrið er gott, sólin sær av og á, og við bryggju liggur Smyril, sum er komin til Vágs fullur av jóansøkugestum. Sum skilst eru eisini nógvir jóansøkugestir komnir dagarnar fyri jóansøku.
Í løtuni er kappróður og veðrið er til vildar og tað gongur væl á Vágsfirði.
Bygdin øll er merkt av, at jóansøka er, fólk hava málað og ruddað og annars gjørt klárt til stevnu. Og fleiri økir í bygdini eru av álvara fríðkaði. Á myndini sæst borgarstjórin í Vági, Kirstin Strøm Bech, saman við ommudóttrini, standa miðskeiðis í bygdini, har kommunan hevur fríðkað við flísum og blómum.
Borgarstjórin í Vági, Kirstin Strøm Bech, er klár til jóansøku og hon gleðir seg at síggja nógvar jóansøkugestir vitja Vág.
Hon hevur ikki so fastlagda skrá hesa jóansøkuna, men hon skal handa steyp, tá fótbóltur verður vesturi á Eiðinum í kvøld. Annars er hon omma og tískil eisini barnagenta á jóansøku.
Men sunnudagin er eisini okkurt á skránni, tí tá skal borgarstjórin hava eina brúðarvígslu.