Borgarstjórin ignorerar býráðslimirnar

Tað var bara Heðin Mortensen, og eingin annar, sum tók avgerðina, at parkeringsbásarnir skuldu burtur á Kongabrúnni, sigur Marin Katrina Frýdal

Heðin Mortensen, borgarstjóri, hevði ikki undirtøku, tá parkeringsbásarnir á Kongabrúnni brádliga hvurvu.
Tað sigur Marin Katrina Frýdal, sum er býráðslimur í Havn.
Sosialurin skrivaði fríggjadagin, at Byggi- og býarskipanarnevndin mælti til at taka básarnar burtur, og ferðslunevndin mælti frá.
Tað er ikki rætt, sambært Marin Katrinu Frýdal.
Byggi- og býarskipanarnevndin mælti eisini frá at taka parkeringsbásarnar burtur.
Tí hevur borgarstjórin einmælt samtykt, at fólk kundu ikki seta bilin á Kongabrúnni í summar.
- Heðin Mortensen hevur ikki lurtað eftir okkum, og tað eru fleiri býráðslimir týðiliga argir um. Uppgávan hjá borgarstjóranum er fyrst og fremst at standa fyri samtyktunum, men hann hevur ignorera okkum í hesum málinum, sigur Marin Katrina Frýdal.

Misnýtir valdið
Heðin Mortensen greiddi frá í Sosialinum, at parkeringsbásarnir skuldu burtur, tí drotningavitjanin, ólavsøkan og annað var á skránni í summar.
- Drotningin skuldi jú ganga handan vegin, tá ið hon fór út í Tinganes, segði Heðin Mortensen.
Men Marin Katrina Frýdal skilir als ikki grundgevingina.
- Tað er eingin orsøk at flyta parkeringsbásar, tí drotningin skal ganga framvið har í fá sekund, sigur Marin Katrina Frýdal.
Sosialurin royndi at fáa viðmerking frá Heðini Mortensen í morgun, men borgarstjórin var ikki at hitta.