Borgarstjórin hugnar sær á Ovastevnu

Heðin Mortensen hevur havt úr at gera, síaðni hann kom til Nólsoyar í dag at seta 19. Ovastevnuna.

Hann skuldi eisini handa steyp og heiðurmerki til tey, sum svumu um fjørðin, og tað gjørdist eitt sindur drugt at bíða. Men á mál komu øll, og tey fingu øll sítt heiðursmerki.

Síðani var farið at vitja fólk, og rundferðin endaði hjá Hilda Joensen, har borgarstjórin var væl móttikin. Blíðskapurin var sum vera man stórur, og tað var um reppið, at Heðin Mortensen náddi Ternuna inn aftur til Havnar klokkan 19.30.

Heðin Mortensen mátti renna seinasta teinin út á Klivar, men hann náddi so at heilsa upp á Hildibjart Joensen áðrenn hann fór.