Parkering
- Eg vil sláa fast beinanvegin, at eg havi ongan tørv á at parkera uttan fyri Ráðhúsið Tað, sum hetta málið snýr seg um, er, at vit hava ein bil, ið hoyrir til Ráðhúsið. Onkuntíð brúki eg hann, men sum tey flestu vita, so gangi eg fyri tað mesta. Annars verður hann m.a. brúktur av húsavørðunum. Her gongur alt við full drøn í Ráðhúsinum, og tí er nógv tilfar, ið skal í og úr húsinum. Tað er í av- og áskipanini av hesum tilfari, at vit ynskja at hava ein lepa, ið ger, at vit kunnu parkera ein hálvan tíma ella eitt korter eyka, sigur Heðin Mortensen við Sosialin.
Men hevur handilslívið í Miðbýnum ikki somu trupulleikar, tá tað snýr seg um av- og áskipan og átti eitt nú Handilskjarnin ikki at fingið somu serrættindi, sum Ráðhúsið nú vil hava?
- Hetta er ikki eitt mál, ið eg havi á mínum borði, so eg veit ikki hvørji ynskir, ið handlarnir hava. Men í londunum rundanum okkum eru serlig tíðarskeið, har av- og áskipan er loyvd, sigur Heðin, ið tó sigur, at hann hevði verið til reiðar at lurta, um handlarnir í Miðbýnum hava líknandi ynskir.
- Tað kundi ongantíð folli mær inn, at vilja havt tílík serrættindi til mín sjálvs, sigur borgarstjórin avgjørdur. Hann vísir á, at hetta er eitt mál, fyri ferðslunevndina, og at tað er løgreglan, ið eigur síðsta orðið.
- Orsøkin til, at tað nú kemur fyri á býráðsfundi, er at ein ávísur býráðslimur ynskir at skrúva málið upp, sigur Heðin Mortensen.
Viðvíkjandi atfinningunum, um at íbúgvarnir í gomlu Havnini fyri nøkrum árum síðan, fingu at vita, at serrættindi ikki longur vórðu givin, vísir Heðin Mortensen á, at hetta vóru fleiri ár síðan, og at hetta ikki er galdandi í dag. Hann vísir á, at t.d. hava íbúgvarnir kring SMS serrættindi at parkera, av tí at tíðaravmarking er har.










