Bogarstjórin í Klaksvík, Gunvá við Keldu, beyð til móttøku í býráðshøllini í Klaksvík, tá ið Stjørnan kom norðuraftur við gullinum um hálvgumsekstíðina í gjárkvøldið.
Stjørnan vann uppiborið 27-23 eftir at hava verið á odda allan seinna hálvleik. Simona Petersen skeyt heili 10 mál fyri Stjørnuna, meðan Gurið K. Mortensen skeyt fimm fyri VB. Tær báðar vórðu somuleiðis kosnar dagsins leikarar hjá liðum sínum.
Hópin av fjepparum komu eisini á gátt at ynskja vinnarunum til lukku.
Gunvá við Keldu, borgarstjóri, helt røðu og handaði Stjørnu-kvinnunum ein kekk. Eisini bar Súsanna Lydersen heilsan frá Norðoya Sparikassa og Una Olsen takkaði vegna liðið fyri móttøkuna somuleiðis gjørdi venjarin.
TRÝST HER fyri at síggja røðuna, sum Gunvá við Keldu, borgarstjóri helt fyri steypavinnarunum í hondbólti.