Borgarstjórin í Fugloy fekk flestar atkvøður

Enn er ikki greitt, um Zacharias Zachariassen heldur fram sum borgarstjóri í Fugloy

Fugloy: Borgarstjórin í Fugloy seinastu fimm árini fekk flestar atkvøður, tá ið 29 av 40 veljarum vóru á kommunuvali í Fugloy í farnu viku.
Zacharias Zachariasen hevur sitið í bygdaráðnum seinastu 16 árini, og hann heldur fram tey næstu fýra.
? Enn er ikki greitt, um eg skal halda fram sum borgarstjóri. Eg skal kalla inn til fund, men tað havi eg ikki gjørt enn, tí tann eini limurin er burturstaddur, sigur Zacharias Zachariasen.
? Tað hevur ikki stóran skund at fáa skipað okkum, men vit gera tað sjálvandi áðrenn nýggjár, soleiðis sum tað skal gerast, sigur hann.
Umframt Zacharias Zachariasen sita Jóanes Christiansen og Amalja í Frammistovu í nýggja bygdaráðnum. Amalja varð vald fyri Absalon Lydersen, sum ikki stillaði uppaftur.