Borgarar í Eysturkommunu verða ikki fyri vanbýti
Tað staðfestir Almannamálaráðið í dag.
Nýggj kunngerð er lýst um røktarheim og eldrasambýli, men í tíðindunum á Rás2 í gjár, vil borgarstjórin í Eysturkommunu ikki góðtaka, at fólkið í Eysturkommunu verður javnsett við tey í í øðrum kommunum, tá tað snýr seg um upptøku á eldrasambýli og ellis- og røktarheim.
Men hetta er misskilt, sigur Almannamálaráðið.
- Í grein 13 í kunngerðini stendur, at borgarar sum eru fastbúgvandi í kommununi har heimið er, hava fyrstarætt til at verða tikin inn á heimið, sigur Ráðið.
Tað stendur eisini í kunngerðini, at har fleiri kommunur eru saman um at eiga eitt røktarheim ella sambýli, hava fastbúgvandi borgarar í teimum kommununum fyrsta rætt til upptøku.
Hinvegin leggur Ráðið afturat, at tað, sum er avgerandi fyri, um fólk verða tikin inn á eldrasambýli ella røktarheim, er, at tey hava tørv á plássinum og at tey ikki klára seg í egnum heimi.
Er tørvurin á búplássum nøktaður hjá teimum fastbúgvandi fólkunum í kommununum, sum eiga eldrabýlið, verður plássið latið borgarum úr øðrum kommunum.
- Men tá hevur eigarakommunan rætt til at krevja gjald fyri plássið, sum verður latið hesum borgarum, sigur Almannamálaráðið.