FaroExpo
Í nógv ár talaði Mentanarhúsfelagið í Runavíkar kommunu fyri ætlanini um eitt mentanarhús í kommununi. Hesir karmar eru nú skaptir sum partur av stóru skúlabyggingini í Runavík.
Nú FaroExpo og mentanarvika á fimta sinni verða hildin í Runavíkarøkinum, eru karmarnir nógv betri, enn teir nakrantíð áður hava verið.
Fyrilestrarnir, sum eru partur av FaroExpo, verða ikki longur hildnir í Kelduni í Skálafirði, sum gjørt hevur verið undanfarin ár, men í nýggju og snotuligu Løkshøll.
- Í staðin fyri at fara inn í Kelduna, kunnu tey, sum fara at lýða á fyrilestrarnar, nú bara spáka sær vestur um Løkin og inn í Løkshøll, sigur ein fegin borgarstjóri í Runavíkar kommunu, Magnus Rasmussen.
Hann vísir á, at møguleikarnir við nýggju Løkshøll nú rættiliga fara at koma til sín rætt, nú bæði vinnustevna og stór og fjølbroytt mentanarvika verða hildin í kommununi.
- Fleiri tiltøk verða savnað undir einum taki í Løkshøll, har kafé er beint hinumegin gongina.
Magnus sigur, at longu nú hava ymisk tiltøk verið í høllini, og eitt nú hevur Føroya Symfoniorkestur havt framførslu har, eins og sangleikurin Barbara er framførdur í høllini.
- Vit hava fingið sera góð skoðsmál um Løkshøll og teir møguleikar, hon hevur og gevur.
Hann dylur ikki fyri, at høllin fer at geva kommununi og Eysturoynni í síni heild stórar møguleikar.
- Ja, vit kunnu saktans siga, at Løkshøll er eitt alternativ til Norðurlandahúsið, sum borgarstjórin tekur til.
Gott samstarv
Í skúlatíðini er høllin tøk hjá skúla og næmingum til teirra virksemi, og tá skúladagurin er lokin, er tað Mentanarhúsfelagið, ið skipar virksemið.
- Vit eru sera fegin um tað samstarv, vit hava við Mentanarhúsfelagið, ið er eitt virkið felag. Kommunan hevur bygt skúla og høll, og síðan hevur Mentanarhúsfelagið latið ljós, ljóð og stólar. Eg haldi, at hetta samstarv er fyrimyndarligt, og vit síggja fram til nógv og áhugavert virksemi í Løkshøll, sigur borgarstjórin.
Magnus Rasmussen vísir á, at tá kommunan hevur bygt ein stóran skúla við so góðum umstøðum, eisini til ymiskt mentanarligt virksemi, er endamálið at fáa brúkt hesar fasilitetir best og mest møguligt.
- Jú, eg ivist onga løtu í, at bæði skúlin og høllin fara at vera kommununi og økinum í síni heild til stóra gleði og til mangt áhugavert mentanarligt virksemi, sigur borgarstjórin í Runavíkar kommunu.