Borgarstjórin bjóðar vælkomin

- Veðrið spillir ikki okkara bátastevnu. Øðrvísi umstøður skapa øðrvísi avbjóðingar, og eg minnist onga vánaliga bátastevnu, hóast veðurlíkindini hava verið sera ymisk – frá sólskini av heiðum himli til grov og frek heglingsæl, skrivar borgarstjórin, Karl A. Olsen

VÆLKOMIN

Góðu gestir, góðu bygdarfólk. Vælkomin á bátastevnu, vælkomin til Vestmanna!
Í ár er 10. árið á rað, at bátastevnan verður hildin í Vestmanna. Allar tær undanfarnu hava verið góðar og minniligar, og eg vænti avgjørt eisini, at henda tíggjunda á ongan hátt fer at smæðast burturímillum.
Um hugt verður eftir skránni seinastu 10 árini, sæst, at bátastevnan mennist alsamt, men tað sæst eisini, at hon mennist út frá egnum fortreytum.
Bátastevnan er ikki ein vanlig summarstevna, og hon skal heldur ikki gerast tað. Bátastevnan skal ikki hvørva í ítrótti, kapping og peninganýtslu; høvuðstátturin skal vera bátar, samvera og felagsskapur – vit skulu hava stundir at práta og hugna okkum.
Eitt av nýggju tiltøkunum í ár er langteinakappróður, har ymisku bátastøddirnar kunnu kappast á jøvnum føti móti hvørjum øðrum. Hetta er avgjørt ein spennandi byrjan upp á komandi kappróðrarárið.
Tikið verður til, at torført er at spáa um veðrið. Vit vóna sjálvsagt sól og bláan himmal, men vit mugu góðtaka, at føroyska várveðrið kann vera øðrvísi. Men veðrið spillir ikki okkara bátastevnu, øðrvísi umstøður skapa øðrvísi avbjóðingar, og eg minnist onga vánaliga bátastevnu, hóast veðurlíkindini hava verið sera ymisk – frá sólskini av heiðum himli til grov og frek heglingsæl.
Ein týðandi orsøk til, at allar bátastevnur eru góðar, er, at vit hava góðar umstøður og eldsálir, sum skipa fyri. Lat okkum minnast til at takka teimum fyri teirra stríð og vóna, at teir halda fram og eisini duga at seta gott fólk við.
Vestmannakvøðan hjá Martini Joensen byrjar við hesum ørindi:

Komu tey ein kaldan heystardag
av havinum og nomu hendan stað.
Tey funnu trygga havn,
og góvu tær títt navn,
favnur tín var opin Vestmanna.

Martin ímyndar sær, hvussu fyrstu vestmenningarnir upplivdu løtuna, tá teir komu til sítt nýggja heim. Væntandi hava tit somu kenslu, tá tit stevna inn á Vestmanna: Her er trygg havn, og Vestmanna tekur móti tykkum øllum við opnum favni.
Enn einaferð: Vælkomin til Vestmanna, vælkomin á bátastevnu.

Karl A. Olsen, borgarstjóri