Borgarstjórin bjóðar øllum vælkomnum til Vestmanna

- Bátastevnur, har fólk savnast um bátar og samveru, eru øðrvísi enn aðrar summarstevnur, sum í stóran mun eru merktar av ítrótti, kappingum, penganýtslu og skundi Orðini eigur borgarstjórin í Vestmanna kommunu, Karl A. Olsen, sum bjóðar øllum vælkomnum til Vestmanna á stevnu.

- Orðið stevna hevur fleiri merkingar. Ein er at stevna móti onkrum, seta kós. Henda merking hóskar sera væl til hetta høvi. Onnur hóskandi merking er at seta onkrum stevnu, sum merkir at hittast.

Hetta er áttandu ferð, at kós er sett móti Vestmanna.

- Bátastevnan er øðrvísi enn flestu aðrar stevnur; summarstevnurnar eru sera líkar, tær eru í stóran mun merktar av ítrótti, kappingum, penganýtslu og eisini skundi. Bátastevnan er savnað um bátar, samveru og hugna ? og fólk hava stundir at práta. Tað er eingin loyna, at nógv gleða seg meir til bátastevnuna enn til summarstevnurnar.

Og sjálvur er borgarstjórin ein teirra.

- Allar bátastevnurnar higartil hava verið góðar, hóast veðurlíkindini onkuntíð hava verið minni góð. Orsøkin til, at hesar stevnur hava eydnast væl, er partvíst góð fyrireiking, og at eldsálir skipa fyri. Lat okkum takka teimum fyri teirra stríð og vóna, at tey halda fram og duga at seta gott fólk við.

Nú bátastevna er í Vestmanna í dag, vil borgarstjórin vegna Vestmanna kommunu nýta høvi at bjóða øllum vælkomnum til bygdar.

Karl A. Olsen situr nú á øðrum skeiði sum borgarstjóri í Vestmanna kommunu.