Pedagogarnir fáa nú stuðul frá einum av sínum egnu arbeiðsgevarum, nevniliga borgarstjóranum í Skopunar kommunu, Gerhard Lognberg.
Hann heitir á Fíggjarmálaráðið um at geva pedagogunum somu løn sum sjúkrarøktarfrøðingarnar, tí, sum hann sjálvur sigur, tit hava sjálvi lagt støðið.
Gerhard Lognberg heldur, at framferðin hjá lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum hevur verið heldur margháttlig.
- Fyrst eina avtalu við starvsmannafelagið, sum teir vórðu nøgdir við. Síðan eina heilt aðra avtalu við sjúkrarøktarfrøðingar. Síðan pedagogarnir, sum nú sýnast, ongan góðan at eiga, eg hugsi um hesu fólk, sum trúliga stríðast við okkara børnum í barnagørðunum, sigur hann.
Gerhard Lognberg sigur seg ivast í, um tað var rætt av Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum at seta verkbann í gildi, og vísir á, at hetta hevur rakt onkrar familjur meint.
- So nú sita hesi fólk, sleppa ikki til arbeiðis, ongar pengar til Jóla, jú, bjargingin hjá liminum í pedagogfelagnum kom nú, eitt gávukort á 1.000,00 kr frá FK, sigur hann.
- Man kann ikki velja og siga, hetta felagið fær pening, men hatta fær ikki. Tit hava gjørt ein stóran brølara, sum Háfoss hevur vælsignað. Starvsmannafelagið, sjúkrarøktarfrøðingarnar, Pedagogar og øll hini, sum standa og bíða eftir tørn, somu løn, ella følur onkur seg traðkaðan á, sigur Gerhard Lognberg.
- Fái hendan sjónleikin uppá pláss, sum skjótast. So okkara alt avgerðandi arbeiðspáss kunnu fungerað og barnagarðarnir kunnu lata upp aftur, er áheitanin frá borgarstjóranum í Skopunar kommunu.