Borgarstjóri skilur ikki avgerðina hjá Faroe Ship

Faroe Ship fer at koyra til Klaksvíkar í staðin fyri at sigla. Borgarstjórin í Klaksvík, Steinbjørn O. Jacobsen, er bæði skakkur og skuffaður.

- Tænastustøðið í Klaksvík læðkar, og Klaksvíkar havn missir stabilar inntøkur, sigur hann.

Borgarstjóri skilur ikki avgerðina hjá Faroe Ship



Tvey av teim fimm starvsfólkunum hjá Faroe Ship í Klaksvík eru uppsøgd, nú fasta rutan til Klaksvíkar er niðurløgd. Lómur og Blikur skulu ikki longur sigla upp á Klaksvík tvær ferðir um vikuna, tí Faroe Ship vil betra tænastuna og arbeiðsgongdirnar hjá felagnum. Men borgarstjórin í Klaksvík skilur ikki avgerðina, og sigur, at kommunan als ikki er kunnað.

- Hetta er heilt ótrúliga óheppið, og eg fái meg framvegis illa at trúgva tí, sigur ein skakkur Steinbjørn O. Jacobsen. Sambært honum, hevur Klaksvíkar Kommuna als onga kunning fingið um avgerðina.

Borgarstjórin heldur, at tað er løgið, at Faroe Ship brúkar undirsjóartunnilin sum grundgeving fyri at gevast at sigla til Klasvíkar.

- Runavík hevur havt fast samband til Havnar alla tíðina, men tað hevur ongantíð verið upp á tal at niðurleggja tað rutuna. Klaksvík hevur eina tunga útflutningsvinnu, og Klaksvíkar kommuna hevur gjørt alt fyri at geva Faroe Ship so góðar møguleikar og umstøður sum møguligt. Tí er hetta eitt slag fyri bógvin hjá okkum, staðfestir Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri.

Allan N. Hansen, sølustjóri hjá Faroe Ship, sigur, at tey ikki longur hava eina fasta rutu til Klaksvíkar, tí tað er ov dýrt at hava fýra fastar uppskipingarhavnir í Føroyum.

- Hølini í Klaksvík eru leigaði og ótíðarhóskandi, meðan húsini, økið og útgerðin í Runavík eru góð.

Faroe Ship er eisini knýtt at Runavík við farmi til og frá oljuvinnuni.

- Runavík er oljuhavn, og tí hevur tað ikki verið upp á tal at flyta úr Runavík, sigur Allan N. Hansen.

Rutan til Klaksvíkar verður tó ikki heilt niðurløgd. Eimskip hevur keypt Farmaleiðir hjá Strandferðsluni á meginøkinum og Flutningsleiðir hjá Hera Thomsen. Hesar verða nú lagdar inn undir Faroe Ship, og Faroe Ship fer at hava eina stóra innlendis koyrideild.

- Nú Norðoyatunnilin er komin, fara vit koyra til Klaksvíkar í staðin fyri at sigla. Og vit fara framvegis at sigla til Klaksvíkar eftir stórum nøgdum, sum tildømis fiski frá Sundaberg og Skálaberg, greiðir sølustjórin hjá Faroe Ship frá.


Góðshavn uttan skip

Faroe Ship er við í einari stórari byggiætlan hjá JFK á góðshavnini í Ánunum, og tá hesin bygningurin verður liguður komandi ár, flytur móttøkan hjá Faroe Ship í Klaksvík út í Ánirnar.

Men borgarstjórin í Klaksvík, Steinbjørn O. Jacobsen, er alt annað enn nøgdur við avgerðina hjá Faroe Ship.

- Í hesum førinum hevur Norðoyatunnilin ikki givið okkum betri umstøður. Hetta merkir at tænastustøðið í Klaksvík læðkar, og Klaksvíkar havn missir góðar, stabilar inntøkur, sigur Steinbjørn O. Jacobsen.

Nú kann væntast at fleiri bilar hjá Faroe Ship fara at koyra ígjøgnum Norðoyatunnilin. Men Klaksvíkar Kommuna fær ikki part av tunnilsgjaldinum.

- Vit hava gjørt alt fyri at skapar góðar umstøður fyri farma- og byngjuskip. Vit hava jú bygt eina stóra og góða góðshavn. Men nú rýmir Faroe Ship, og tá ongin kapping er á økinum, kunnu vit ikki bara venda okkum til kappingarneytarnar, sigur borgarstjórin í Klaksvík, Steinbjørn O. Jacobsen.