- Hetta fari eg undir ongum umstøðum at góðtaka.
Kirstin Strøm Bech, borgarstjóri í Vági, varð í øðini, tá ið hon las greinina í Sosialinum mánadagin um nýggjastu ætlanirnar, sum Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, hevur á eldraøkinum.
Nú fýra nýggj ellis- og røktarheim skulu byggjast, hevur Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, skotið upp, at niðurleggja yvir 30 pláss á sambýlum og ellis- og røktarheimum. Búfólkini á teimum stovnunum skulu síðani flytast á tey nýggju heimini, sum nú verða bygd. Sum vit greiddu frá í Sosialinum mánadagin, er talan um fólk, sum búgva í sambýlum, ið ikki verða mett at vera so væl egnað. Talan er eisini um fólk, ið búgva á tveymanskømurum á ellis- og røktarheimum, tí Rósa Samuelsen heldur, at nú á døgum er tað ikki mannsømiligt at eldri fólk skulu búgva tvey saman á einum kamari, uttan har talan er um hjún.
Kirstin Strøm Bech hevur nú eisini kannað málið í landspolitiska umhvørvinum og har hevur hon fingið váttað, at tað er hetta, sum liggur í kortunum hjá landsstýriskvinnuni í almannamálum.
- Eg havi enntá fingið uppspurt, at av teimum gott 30 plássununum, sum skulu niðurleggjast, skulu heili 13 pláss niðurleggjast í Suðuroy.
Og tey eru øll á Tvøroyri!
Talan er um átta fólk, sum búgva í tveymanskømurum á ellis- og røktarheiminum á Tvøroyri, sum nú skulu flytast. Og harafturat er talan um fimm fólk, sum búgva í sambýli á Tvøroyri, sum ikki vera mett at vera nóg gott.
Øll hesi 13 fólkini skulu nú flytast suður í nýggja ellis- og røktarheimið, sum verður bygt í Vági.
Sostatt vera tað suðuroyingar, sum skulu standa modell til yvir 40% av sparingum á eldraøkinum í hesum føri.
Samgongan lumpar
Kirstin Strøm Bech sigur, at hetta fer hon undir ongum umstøðum at góðtaka.
Hon er so fortørnað inn á hesa ætlanina, at hon sigur rætt og slætt, at, tekur javnaðarflokkurin undir við hesum, fer hon av álvara at umhugsa at melda seg úr flokkinum.
Orsøkin til, at hon tekur hetta so illa upp, er, at verður hetta sett í verk, heldur hon, at samgongan hevur bæði lumpað kommunurnar í syðru helvt í Suðuroy og harafturat hevur samgongan eisini svikið tað lyftið, teir góvu teimum fýra kommununum í suðuroyar syðru helvt, tá ið tær fóru undir at bggja nýtt ellis- og røktarheim í Vági.
- Vit hava spent okkum hart fyri og tikið stórt lán fyri at byggja ellis- og røktarheim í Vági til 24 fólk.
- Tað gjørdu vit fyri at loysa ein akuttan tørv á búplásssum til eldri eftir at ein kanning fyri nøkrum árum síðani vísti, hvussu stórur tørvur er á búplássum til eldri í Suðuroy.
Kanningin visir nevniliga, at tað er tørvur á búplássum til yvir 30 eldri í Suðuroy.
- Men fortreytin var eisini, at hetta skuldi skapa nýggj arbeiðspláss í oynni og at kommunrnar soleiðis skuldi fáa størri skattainntøkur og sostatt eisini betri møguleika at betala lánið aftur.
Kirstin Strøm Bech sigur, at mett varð, at hetta fór at skapa eini 40 nýggj arbeiðspláss í Suðuroy.
Hetta var ein ætlan, sum eisini Sambandsflokkurin hjá Rósu Samuelsen var við til at gera.
Undir ongum umstøðum
Hinvegin staðfestir Kirstin Strøm Bech verður hendan ætlanin hjá Rósu Samuelsen sett í verk, er tað eitt dømi um, at samgongan ikki heldur givin lyfti.
- Verður ætlanin hjá landsstýriskvinnuni sett í verk, fer hetta fyri at føra við sær, at 13 búfólk og tey størvini, sum hartil hoyra, bara verða flutt av Tvøroyri til Vágs.
- So verður ikki talan um nýggj arbeiðspláss, tí so er væntandi, at tey, sum hava arbeitt við røktini av hesum fólkum, sum verða flutt av Tvøroyri til Vágs, bara fylgja við fólkunum suður.
- Verður hendan ætlanin sett í verk, verður hendan royndin at nøkta tørvin á eldrabýlum, skotin í senk, hóast hesar fýra kommurnar í syðru helvt í Suðuroy hava sett seg í stóra skuld fyri at loysa ein akuttan tørv.
- Tann, sum fær størstan ágóðan av hesum, er Tvøroyrar Kommuna. Hóast hon ikki vildi vera við til at byggja ellis- og røktarheim í Vági, kemur hon at spara fleiri hundrað túsund um árið til sambýli, samstundis sum vit hava sett okkum í stóra skuld fyri at loysa ein akuttan trupulleika á eldraøkinum.
Fleiri søkt um pláss
Kirstin Strøm Bech, borgarstjóri í Vági, sigur, at tað hava longu eini átta, níggju fólk søkt um pláss á nýggja ellis- og røktarheiminum, sum verður bygt í Vági.
Hetta er enntá áðrenn tey hava lýst tað leyst, at tað ber til at søkja inn á heimið og tað, at so nógv longu hava biðið um pláss, tekur hon sum prógv fyri, hvussu stórur tørvurin er.