Áðrenn landsdystin millum Føroyar og Slovenia fríggjakvøldið, heilsaði borgarstjórin í Nes kommunu, Símin Johannesen, upp á landsliðið og landsliðsvenjaran, Brian Kerr. Símin Johannesen ynskti landsliðnum og venjaranum vælkomnum til Toftir og Svangaskarð, og hann ynskti eisini bestu eydnu við teimum báðum landsdystunum, sum í hesum umfari skulu leikast á Svangaskarði.
- Sum kunnugt taptu Føroyar 2-0 móti Slovenia, men sambært serfrøðingum, vóru góðar ?taktir? at síggja á føroyska liðnum.
Heimasíðan hjá Nes kommunu skrivar, at vónirnar til dystin móti Estlandi eru sum verða man góðar.
- Vónandi møta vit fjølment upp at stuðla okkara landsliði nú týsdagin, skrivar heimasíðan hjá Nes kommunu.
Portalurin kann leggja aftrat, at tað var tann tíð, tá Símin Johannesen, sum nú er borgarstjóri í Nes kommunu, var á besta liði hjá B68.