Borgarstjóri og løgtingsmaður er einki problem

– Tað passar mær fínt bæði at vera borgarstjóri og løgtingsmaður samstundis.

 

Tað sigur Pauli T. Petersen, borgarstjóri í Vestmanna, sum eisini er løgtingsmaður fyri Tjóðveldi.

 

– Tað eru 50 løgtingsfundir um árið, og eg megni saktans at røkja teir og røkja starvið sum borgarstjóri, sigur Pauli T. Petersen.

 

Hann vísir kortini á, at bygdarráðið skal taka støðu til, um borgarstjórin kann røkja starvið sum løgtingsmaður.

 

– Men trupulleikin er ikki, um ein persónur megnar at røkja starvið sum borgarstjóri í Vestmanna og sum løgtingsmaður. Trupulleikin hjá fólki er lønin, sigur Pauli T. Petersern.

 

Men tað, heldur hann, er eitt mál, sum kann loysast.

 

– Bygdarráðið kann gera av at broyta lønina hjá borgarstjóranum, eitt nú við at seta hann niður í hálva tíð, sigur Pauli T. Petersen, sum leggur dent á, at tað er sera gott sum borgarstjóri í Vestmanna eisini at vera løgtingsmaður.

 

– Tí soleiðis fært tú nógv betur profilerað eitt økið, sum okkara, so tað gagnar Vestmanna, at borgarstjórin eisini situr á tingi.

 

Pauli T. Petersen sigur, at starvið sum borgarstjóri og starvið sum løgtingsmaður eru tvey ymisk størv, sum einki hava við hvørt annað at gera. Hann sigur, at hann ikki hevur upplivað, at hann er komin í tvístøðu í Løgtinginum, tí at hann er borgarstjóri, ella øvugt.

 

– Og skuldi tað komið har til, at eg kom í eina slíka tvístøðu, so hevði eg sagt annað sætið frá mær og biðið varafólkið møtt. Tað er tí, at vit hava skipan við varafólki, sigur Pauli T. Petersen.