- Eg veit ikki, hví mín profilur er stongdur. Á facebook hevði eg samband við umsitingina, men hetta var bara um postskipanina, sigur Terje Søviknes. Norski borgarstjórin, Terje Søviknes, varð í vikuni tveittur út av facebook, har hann hevur havt profil síðan í mars í ár. Tá profilurin hjá honum varð stongdur, hevði hann 3.500 vinir.
- Eg fekk eini boð frá einum vinmanni, sum spurdi, hví eg ikki longur hevði profil á facebook.
Terje Søviknes sigur seg ikki ána, hví netrisin hevur tikið drastiska stigið at steingja hansara konto.
- Eg veit ikki hví. Á facebook hevði eg samband við umsitingina, men hetta var bara um postskipanina.
Terje Søviknes heldur, at onkur kanska hevur sett eitt hvørt ófantaligt á veggin hjá honum, men hetta veit hann so einki um.
- Tað eru onnur sum hava profilar við sama navni sum eg, og spurningurin er, um hetta kann vera orsøkin til, at mín profilur nú er stongdur.
Terje Søviknes sigur, at hann nú fer at prógva yvirfyri facebook, at netrisin hevur stongt profilin sum er hansara egni.
- Tey hava biðið meg um mynd og skjalprógv, sigur borgarstjórin.
Tað eru norsk bløð sum bera hesi tíðindi.










