Borgarstjóri í Kjøllefjord

Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri í Klaksvík, og mentanarleiðarin, Dávur

Winther, eru umboðaðir á sjómannadøgunum í Kjøllefjord í Noregi. Teir fara at kunna um Klaksvík, fiskivinnu, mentan og sjómannadagarnar í Klaksvík. Hetta verður gjørt fyri býráðnum í Kjøllefjord og fyrireikarunum av fiskivinnuráðstevnuni har, umframt fyrireikarum av “Fiskeridagene”, sum tey kalla tað har. Oliver Joensen frá Føroya Sjómannadegi er eisini við í ferðalagnum, og tað sama eru Ólavur Poulsen og John Havn, ið eru ávíkavist heimsmeistari og føroyameistari í egning. Leygardagin fara teir at kappast við norðmenn í egning.