Borgarstjórarnir kunnu framvegis sita á tingi

Landsstevnan hjá Javnaðarflokkinunm hevur júst felt uppskot um at forða borgarstjórum og fólkatingslimum at sita á tingi

79 atkvøddu fyri at koyra málið í nevnd og 74 ímóti, tá ið Javnaðaflokkurin atkvøddi um eittt broytignaruppskot til eitt uppskot frá Norðoyar Javnaðarfelag um att forða borgarstjórum eisini at sita á tingi.

 

Felagið í Klaksvík kom við uppskotinum, men meira enn helvtin av teimum við atkvøðurætti vóru ímóti.

 

javnaðarflokkurin hevur bæði Heðin Mortensen, borgarstjóra í havn, og kristin Michelsen, borgarstjóra á Tvøroyri í tingbólkinum.

 

Jónleif Johannesen, tingbólkaformaður, segði, at málið hevur verið til umrøðu í tingbólkinum. Allur tingbólkurin helt, at tað er rætt at taka eina avgerð í málinum, men longur rakk semjan ikki.

Henrik Old, Signar  Dam og aðrir talðu ímóti uppskotinum og Bergur Dam skeyt upp, at málið var beint í eina nevnd - heldur enn at avgerð var tikin nú.  Tað var hetta broytingaruppskot sum fekk 79 atkvøður fyri og 74 ímóti.

 

Petur Martin Hansen úr Klaksvík talaði fyri uppskotinum, men hansara uppskot fall við atkvøðugreiðsluni um broytingaruppskotið.

 

Vanliga hevur Javnaðarflokkurin landsstevnu 4.hvørt ár, men nú var samstundis avgjørt, at landsstevna verður aftur næsta ár.