Kommunusamanlegging hevur ikki verið viðgjørd í Miðvágs ella Sandavágs Kommunum, siga borgarstjórarnir í Miðvági og Sandavági.
Eftir fólkaatkvøðuna í Bíggja Sóknar Kommunu leygardagin, segði borgarstjórin i kommununi, at tað næsta stigið eigur at verða ein stór felagskommuna í Vágum, har allar kommunurnar verða lagdar saman.
Borgarstjórin í Sørvágs Kommunu, Eivin Jacobsen, mælti til, at málið verður tikið upp, men metti samstundis, at tað er rætt at bíða við at taka nakrar avgerðir, tí tað er so lítið eftir av valskeiðnum, at tað er ikki rætt av bygdarráðunum, sum bara hava nakrar mánar eftir av skeiðnum, at taka so týðandi avgerðir. Hann metti tað rættari, at avgerðirnar bíða eftir nýggjum bygdarráðunum, sum skulu veljast í heyst.
Borgarstjórarnir í hinum báðum stóru kommununum í oynni eru samd við honum í hesum sjónarmiði.
Rósa Samuelsen, borgarstjóri í Sandavági, sigur, at hon metir ikki málið hava nakran skund nú. Hon mælir eisini til at bíða til eftir kommunuvalið komandi.
Bygdarráðið í Sandavági hevur ikki viðgjørt spurningin, sigur hon. Tí vil hon ikki gera viðmerkingar vegna bygdarráðið. Men persónliga sigur Rósa Samuelsen seg halla til eina samanlegging av øllum kommununum í oynni, um smanalegging skal koma upp á tal.
Her er borgarstjórin í Miðvágs Kommunu, Jóan Pauli Frederiksen, ikki samdur.
?Skal talan verða um kommunusamanlegging í Vágum, eigur tað helst at vera millum Miðvágs og Sandavágs kommunur, heldur hann.
Tó leggur hann dent á, at hann tosar bara vegna seg sjálvan. Heldur ikki bygdarráðið í Miðvági hevur viðgjørt hendan spurningin, so hann hevur onga almenna viðmerking frá kommununi.
Persónliga heldur Jóan Pauli Frederiksen, borgarstjóri í Miðvágs Kommunu, ikki, at allar kommunurnar í Vágum skulu leggjast saman. Hann metir, at samstarv er betri enn samanlegging, sum hann tekur til.
Jóan Pauli Frederiksen vísir til samstarvið, sum kommunurnar longu hava í Felagskommununi um eitt nú ellisheimið. Tað gongur væl, sigur hann, og heldur, at soleiðis kundi eisini verið samstarvað um onnur ting.
?Vit eiga heldur at taka ávísar uppgávur og leggja tær sum ein yvirbygning oman á kommunurnar, sigur borgarstjórin Miðvági.
Tað verða ov nógv lokal mál at taka støðu til, sum tey einstøku bygdarráðini sjálv klára betri enn eitt stórt sentralt ráð, heldur borgarstjórin í Miðvági. Størru bygdirnar klára sum er sínar uppgávur rímiliga væl, sigur hann og metir, at tað verður betri fyri trivnaðin í einstøku bygdunum, um tær halda fram sum sjálvstøðugar kommunur.