Eitt kommunustýri skal ikki kunna nokta einum borgarstjóra at sita á Løgtingi eisini. Tað er endamálið við einum uppskoti, Miðflokkurin nú hevur lagt fyri Løgtingið.
Í gjár legði Miðflokkurin uppskot fyri Løgtingi, har teir vilja hava Løgtingið at samtykkja, at eitt kommunustýri skal ikki kunna nokta einum borgarstjóra at røkja eitt starv, hann er beinleiðis fólkavaldur til.
Sum støðan er nú, kann eitt kommunustýri nokta borgarstjóranum at vera løgtingsmaður og borgarstjóri í senn, men hesa heimildina skal kommunustýri nú missa, heldur Miðflokkurin.
– Tað er grundleggjandi í okkara fólkaræði, at tey, sum lata seg stilla upp til fólkavalt umboð, eisini kunnu átaka seg tað starv, tey eru vald til. Ein borgarstjóri, sum verður valdur á ting, eigur tískil at kunna taka tingmannastarvið á seg, uttan at fáa loyvi frá einum meiriluta í einum kommunustýri til tað, siga teir báðir tingmenninir fyri Miðflokkin, Jenis av Rana og Bill Justinussen.
Teir halda eisini, at tað er í stríð við okkara fólkaræði, at eitt stórt tal av fólki kann velja ein persón inn á ting, sum nøkur fá fólk í einum kommunustýri síðani kunnu noktað at taka sæti á tingi.
Teir báðir halda, at skulu borgarstjórar ikki sleppa at sita á tingi, eigur vallógin at verða broytt so at borgarstjóri heldur ikki sleppur at stilla upp til løgtingsval. Men tað er heldur ikki í samsvari við okkara fólkaræði, siga Bill Justinussen og Jenis av Rana.
Teir siga, at tað tað bara vera loyvt at hava eitt starv, kann Løgtingið akkurát tað sama nokta tinglimum at vera borgarstjóri, leggja teir afturat.