Borgarstjórar í norðurøkinum heita nú á landsstýriskvinnuna í Heilsumálum, Sirið Stenberg, um at umskipa 1870 tænastuna, so hon eisini umfatar Klaksvíkar sjúkrahús.
Borgarstjórarnir siga, at tá 1870 kom var tað eitt frambort í arbeiðsviðurskiftunu hjá kommunulæknum, men at tað var eitt mistak, at Klaksvíkar sjúkrahús ikki var tikið við og at tænastur ikki vórðu skipaðar har eisini.
Teir siga víðari, at tað er komi ov ofta fyri, at norðingar og eysturoyingar hava uppliva eina verri tænastu, tí eingin vakttænasta er í økinum norðanfyri, hóast tað er skjótari vegur til Klaksvíkar fyri ein triðing av fólkinum.
Tí heita teir í skrivi í dag, ið kann lesast her, á Sirið Stenberg um at skipa tænastur á Klaksvíkar sjúkrahúsi eisini í samband við 1870 tænastuna.
Undirskriva skrivið hava:
Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu
Jóhan Christiansen, borgarstjóri í Eysturkommunu
Sonni á Horni, borgarstjóri í Fuglafjarðar kommunu
Katrin Næs, borgarstjóri í Hvannasunds kommunu
Hans J. Kallsberg, borgarstjóri í Viðareiðis kommunu
Sóleyð Klettskarð í Kongsstovu, borgarstjóri í Kunoyar kommunu
Magni Garðalíð, borgarstjóri í Húsa kommunu
Amalia í Frammistovu, borgarstjóri í Fugloyar kommunu