Stjórnin hjá Anders Fogh Rasmussen hevur tryggari undir føti nú, enn hon hevði á valinum í november Í Danmark er framvegis borgarligur meiriluti. Tað vísir veljarakanning, sum JyllandsPosten hevur kunngjørt í vikuskiftinum.
Stjórnarflokkarnir Vinstri og Konservativi Fólkaflokkurin hava saman við stuðulsflokkinum, Danska Fólkaflokkinum, 93 av teimum 179 limunum í Fólkatinginum aftanfyri seg.
Ny Alliance, sum ætlaði sær at hava stóran leiklut á politisku miðjuni í donskum politikki, liggur ógvuliga lágt. Í løtuni eigur flokkurin tríggjar tingmenn, og nýggja kanningin vísir, at um val hevði verið nú, so hevði flokkurin ongan tingmann átt. 0,7 prosent siga seg ætla sær at atkvøða fyri Ny Alliance. Hetta er lægsta undirtøkan, síðani flokkurin varð stovnaður 7. mai í fjør, og tað er langt frá tinggáttini, sum er tvey prosent.
Størsti andstøðuflokkurin, Javnaðarflokkurin, hevur sambært veljarakanningini lítla framgongd. Nú siga 26,6 prosent av veljarunum seg taka undir við Javnaðarflokkinum. Vánirnar hjá Javnaðarflokkinum at sleppa aftur í stjórn eru tó ikki serliga góðar.