Borgarligt fyrvarni

Avtalan millum landsstýrið og stjórnina er ikki fallin í góða jørð alla staðni. Borgarligu flokkarnir hava tikið fyrivarni fyri at góðkenna avtaluna. Teir halda, at stjórnin hevur viðgingið at hava borið seg skeivt at mótvegis føroyingum

Tað sær út til, at avtalan, sum Føroya Landsstýri og danska stjórnin skrivaðu undir tíðliga mikumorgunin er fallin teimum borgarligu flokkunum fyri bróstið.

Tann uttasti flokkurin á høgraveinginum - Framburðsflokkurin við Kirsten Jacobsen á odda - hevur longu boða frá, at tey vilja hava avtaluna til viðgerðar í fólkatingssalinum.

Kirsten Jacobsen segði við danskar fjølmiðlar í gjár, at avtalan millum Føroyar og Danmark var sum ein stór jólagáva.

? Føroyingarnir hava kroyst stjórnina til at gjalda ein prís sum liggur langt omanfyri tapini, sum føroyska samfelagið veruliga leyg av bankakreppuni, sigur Kirsten Jacobsen.

Í gjár segði Kim Behnke, úr Framburðsflokkinum, at skuldu føroyingar hava eitt endurgjald, so skuldi tað sjálvandi roknast út, hvussu stórt tað skuldi verða.


Eisini Vinstra og

teir konservativu

Men tað er ikki bara Framburðsflokkurin, sum hevur tikið fyrivarni fyri avtaluni.

Nýggi formaðurin í Vinstraflokkinum, Anders Fogh Rasmussen, sigur at hetta er kostnaðurin, sum danski skattgjaldarin má gjalda afturfyri at stjórnin hjá Poul Nyrup Rasmussen í síni tíð snýtti føroyinagar.

? Vit hava alla tíðina verið greiðir yvir, at tað fór at koma eitt endurgjald. Um endurgjaldið er rættvíst, fáa vit at síggja seinni, sigur Anders Fogh Rasmussen.

Per Stig Møller frá teimum konservativu er eisini varin við at taka munnin ov fullan og góðtaka avtaluna.

? Konservativi flokkurin hevur alla tíðina sagt, at føroyingar skulu hava eitt endurgjald. Um upphæddin er í lagi fáa vit at síggja, tá málið kemur til viðgerðar í fíggjarnevndini. Vit mugu síggja millumrokningarnar og annað líknandi.

? Vit fara í hvussu er, ikki uttan víðari bara at klappa hælirnar saman og góðtaka upphæddina uttan víðari.

Per Stig Møller leggur afturat at stjórnin við avtaluni við føroyingar hevur viðgingið, at tað var stjórnin sum hevði ábyrgdina av at føroyingar vórðu snýttir í bankamálinum - og ikki Den Danske Bank.

? Stjórnin vildi fyri alt í verðini sleppa undan einum rættarmáli.

Hvørgin flokkurin hevur avgjørt um teir fara at syrgja fyri, at málið fær politiskar avleiðingar fyri nakran, men teir siga tó, at tað er torført at hugsa sær, at teir borgarligu flokkarnir góðtaka at staturin skal av við næstan tvær milliardir - uttan at tað fær fylgjur fyri ábyrgdarhavandi politikarar.