Borgarliga kumpassin má rættast og nýggj kós setast

Eg havi valt at stilla upp til kommunuvalið í Tórshavnar Kommunu tann 10.november fyri lista A. 

Stórur tørvur er á valevnum, sum í verki tora at virka fyri borgarligum virðum, hugsjónum og ætlanum, sum byggja á ein skilagóðan fíggjarpolitikk.

Aðalmálið má altíð verða at tæna øllum borgarum og vinnulívið í kommununi á besta hátt. Tað er grundarlagið fyri einum framhaldandi trivnaði og vøkstri í Tórshavnar Kommunu.

Ein atkvøða til mín tryggjar at borgarliga kumpassin verður rættað og nýggj kós sett. Eisini fær listi A eina framburðsinnaða og klára rødd  í býráðnum í Havn næstu 4 árini.

Míni hjartamál eru annars hesi: 

  • Munandi fleiri kommunal grundstykkir til borgarar og vinnuna.
  • Parkeringsviðurskifti í miðbýnum skulu loysast skjótast møguligt.
  • Eldraøkið skal hava hægri normering og játtan.
  • Nýggj stórhøll skal byggjast við Stórutjørn til hondbolt, frælsan ítrótt, spæliland v.m.
  • Bústaðarætlanirnar við Stórutjørn skulu fara í gongd sum skjótast
  • Kollafjørður, Kaldbak og Velbastað skulu hava munandi hægri raðfesting við ítøkilgum íløgum.
  • Bacalao bygningurin eigur at takast niður og økið bjóðast út til fiskaframleiðslu/góðsking.
  • Fyrireikingar eiga at gerðast til nýggjan flogvøll á Glyvursnesi.

Birgir Nielsen

Valevni á lista A til býráðsvalið í Tórshavnar Kommunu