Borgarliga alternativið

»Vit fáa ta stjórn, sum vit hava valt«. Hesi orð verða mangan havd á munni – ikki minst síðani Før­oya fólk síðsta leyg­ar­dag valdi borg­ar­ligt.

Fólkið valdi blokktiðnan, fólkið vald­ið at vraka ta avtalu, sum allir flokk­ar á tingi hava virt síðstu átta ár­ini um, at blokkurin skal standa í stað. Nú hevur fólkið valt, at Kaj Leo Jo­hann­e­sen saman við Fólkaflokki, Mið­flokki, Sjálvstýri og Framsókn við hatt­i­num í hondini fer niður at spyrja Helle Thorning-Schmidt og Bjarne Corydon, um vit ikki kunnu fáa tær 130-200 mill­i­ónir­nar aft­ur – sum vit ikki hava viljað havt síðstu átta árini.
Fólkið valdi fullveldi og Tjóð­veldi frá. Og fólkið gav eisini Javn­að­ar­flokk­i­num ­a­ft­ur­gongd. Við greiðari til­sip­ing til Kristin Michelsen, borg­ar­stjóra á Tvøroyri og nýggja ting­mann Javn­að­ar­floks­ins, segði løg­mað­ur í Degi og Viku í gjá­r­kvøld­ið, at hann ikki stólar upp á nýggju ting­mann­ing­ina hjá Javn­að­ar­flokk­i­num, sum hann millum annað tí ikki vil sam­starva við.
Fólkið hevur eisini valt, at vit skulu hava eina flatskattaskipan. Eina skip­an, har eingin rindar meira enn 40 prosent í skatti. Og som­u­leiðis hev­ur fólk­ið valt, at vit ong­an fisk­i­vinn­u­re­form skulu hava. Vit skulu held­ur ikki hava nakran komm­un­u­re­form. Trup­ul­leik­in við at leggja komm­un­ur sam­an, hann lata vit komm­un­u­r­nar greiða sjálv­ar – sjálv­bodn­ar, og so stríð­ast vit víð­ari.
Tilfeingisgjaldið hava vit eis­ini valt frá, eins og lív­frøð­i­liga grund­að­ar stovn­s­met­ing­ar og harav ásett veið­i­trýst.
Løgmaður hevur svorið, at Sam­bands­flokk­­urin stendur sum ein maður í fisk­i­vinn­u­mál­um, sum vóru við at klíva flokk­in fyri fá­­um vik­um síðani. Tað man so vera fisk­i­vinnupolitikkurin hjá Fólkaflokkinum og meirilutanum í ting­manning floksins, sum løg­mað­ur nú hevur tikið at sær, og hesum kann allur tann borgarlig vong­ur­in nú taka undir við – uttan væl­sakt­ans Fram­sókn.
Men løg­maður hevur eisini víst á, at alt snýr seg um búskap. Og svar­ið er at fáa danska landskassan at gjalda – eitt mál sum ikki kann vera ann­að enn bluff ella ó­fat­i­liga stór og naiv undirbrotligheit. Ikki tí, alt ber til í politikki, men um hetta kiksar, so fer tað helst eisini at perla av løg­manni, sum var hann sveiptur í teflon.
Pengar skulu so í kassan. Sam­bært løg­manni, so skal javnvág helst verða á fíggj­ar­lógini longu um tvey ár, og tí verð­ur sera spennandi at frætta, hvussu borg­ar­liga al­tern­a­tiv­ið ætl­ar, at so nógv meira skal í kass­an enn úr kassanum.