Borgarin í Tórshavnar kommunu í miðdeplinum

Trivnaðurin hjá borgaranum eigur at verða snúningsásin í øllum politiskum átøkum

Vælferðarráð

Eitt vælferðarráð eigur at setast á stovn, ið hevur eitt vakið eyga við førda vælferðarpolitikkinum í Tórshavnar kommunu. Harumframt eigur at setast á stovn eitt barna og ungdómsráð, ið skal tryggja børnum og ungum bestu kor og umstøður at vaksa upp og mennast.

Útbúgving

Fyri at seta borgaran í miðdepilin hevur tað stóran týdning at hesin hevur møguleika at menna egin evni. Tey ungu skulu ikki av landinum at nema sær útbúgving. Tvørturímóti skal Havnin gerast til universitetsbý har ungdómur aðrastaðni kemur at nema sær útbúgving.

Tórshavn altjóða mentanar og vinnudepil

Føroyar skulu verða fyrimynd í altjóða samfelagnum. Her skal blóma við mentan, list og nýskapan. Vælvirkandi skipanir eiga at borga fyri, at íverksetara spyrarnir festa røtur soleiðis, at hetta tilfeingið kann gerast ein týðandi partaur av samfelagsbúskapinum.

Tá føroyska samfelagið enn ikki hevur megnað hesa uppgávuna skal Tórshavnar Kommuna ganga á odda fyri at skapa karmar um ein Føroyskan mentanar og vinnudepil.

Umhvørvi

Tórshavnar kommuna skal hava umdømi sum ein ábyrgdarfull kommuna har umhvørvi verður sett í hásæti. Bæði borgarir og vinnan skulu taka umhvørvi við í sínar ætlanir og øll dálkandi virki skulu hava eina umhvørvisskipan

Fíggjarligt skynsemi

Tíðin er komin at umhugsa og raðfesta komandi íløgur so kommunan ikki endar í fíggjarligum óskili.

Við borgaranum í Tórshavnar kommunu í miðdeplinum fer kommunan at mennast og fólkið at trívast.