Borgarin rindar fyri borgarstjóran

Dimmalætting skrivar í dag, at Heðin Mortensen hevur latið kommununa goldið rokningar fyri góðar 43.000 kr. Talan er um rokningar fyri skrivan av lesarabrøvum, røðum og fjølmiðlaráðgeving annars. Dimmalætting hevur fingið innlit í fimm rokningar, sum tilsamans ljóða upp á 43.131,25 kr. Hetta í einum tíðarskeiði, har Tórshavnar kommuna eisini hevur havt fjølmiðlafólk í fullum starvi.

Við blaðið sigur Heðin Mortensen, at hann einki skeivt hevur gjørt.

Talan er um lesarabrøv, sum eg havi sent vegna kommununa og ikki meg persónliga, sigur Heðin Mortensen í viðmerking.