Snotiligi bygningurin, sum liggur mitt í Vági, húsar í dag kunningarstovuni og býarbókasavninum. Miðlatún virkar eisini sum eitt mentanarhús, og her er komandi hjá fólki við rørslutarni.

Borgaratænasta letur upp í Miðlatúni

- Eitt toymi kemur at taka sær av Borgaratænastuni, og dentur verður lagdur á nærverandi og dygdargóða tænastu fyri øll, siga tey í Vágs kommunu.

Snotiligi bygningurin, sum liggur mitt í Vági, húsar í dag kunningarstovuni og býarbókasavninum. Miðlatún virkar eisini sum eitt mentanarhús, og her er komandi hjá fólki við rørslutarni.

Mánadagin 20. juni letur borgaratænastan hjá Vágs kommunu upp í Miðlatúni. Borgaratænasta vegleiðir borgarum í ymiskum viðurskiftum, sum hava við kommununa at gera, og tænastan virkar sum millumliðið millum borgaran og fyrisitingina hjá kommununi.

 

- Borgaratænastan er ein liður í arbeiðnum hjá kommununi at betra um borgaravendu tænastuna. Tænastan hevur við sær, at borgarar og vitjandi í Vági nú hava eitt og sama stað at fara til, tá eitt hvørt skal avgreiðast við kommununa. Borgaratænastan hevur við sær, at móttøkan á kommunuskrivstovuni verður niðurløgd.

 

Í Vágs kommunu halda tey, at Miðlatún er upplagda staðið at staðseta borgaratænastuna.

 

- Snotiligi bygningurin, sum liggur mitt í Vági, húsar í dag kunningarstovuni og býarbókasavninum. Miðlatún virkar eisini sum eitt mentanarhús, har alskyns tiltøk og virksemi er gjøgnum árið.

 

Húsið er opið seks dagar um vikuna og liggur við høvuðsvegin, Vágsveg, og bygningurin er atkomiligur hjá fólk við rørslutarni.

 

Í Vágs kommunu siga tey, at borgaratænastan í høvuðsheitum ikki er ein nýggj tænasta, men hon savnar verandi tænastur í eitt staði. Eitt toymi kemur at taka sær av borgaratænastuni, og dentur verður lagdur á nærverandi og dygdargóða tænastu fyri øll.

 

 

 

Snotiligi bygningurin, sum liggur mitt í Vági, húsar í dag kunningarstovuni og býarbókasavninum. Miðlatún virkar eisini sum eitt mentanarhús, og her er komandi hjá fólki við rørslutarni.