Borgarasamfelagið í Irak  atkvøðan um grundlógina

Uppritið til eina nýggja irakska grundlóg verður væntandi góðtikið av irakska fólkinum nú atkvøðurnar frá valinum næst seinasta leygardag verða taldar upp. Óansæð hvat úrslitið endar við, so skal tjóðartingsval verða 15. desember. Ein politisk tilgongd er sett í verk, men tó, so er samfelagið í sori, støðan minnir meiri um eitt borgarakríggj og eygleiðarar eru dapurskygdir

Johan Jocobsen

Grundlógarnevndin, ið hevur skrivað grundlógina, taldi 55 limir umboðandi etniskar og átrúnaðarligar bólkar í landinum. Arbeitt var alt summarið við grundlógaruppritinum, men 28. august, tá ið grundlógaruppritið skuldi verða endaliga orðað, var tað samstundis vrakað av øllum teimum 15 limunum, ið umboðaðu sunnimuslimar. Síðan tá, og uppundir valið, var kjakast aftur og fram millum flokkarnar, ið umboða sunni-arabarar, kurdar og shiamuslimar, um nøkur fá týdningarmikil stríðsmál í grundlógaruppritinum.
Ein lýsingarherferð við útbering av faldarum og lýsingum í sjónvarpi og útvarpi royndi at fáa fólk á val, og valluttøkan bleiv umleið 64% kring landið. Ein av teimum størru sunni-flokkunum eggjaði veljarunum til at atkvøða fyri grundlógaruppskotinum, hetta eftir at hava verið í tingingum við shiamuslimum (60-75 % av samlaða fólkatalinum)og kurdum (15-25%) um broytingar í grundlógaruppritinum. Men størsti parturin av sunni-mótstøðuflokkunum stóðu fast við eina vrakan av grundlógaruppritinum. Í vikuni uppundir valið bóðu 21 sunni-arabisk feløg irakar, á einhvønn lógligan hátt, vraka grundlógina. Úttalilsið legði afturat, at hetta var ikki ein áheitan um at boykotta valið, men heldur ein boðan til at vraka grundlógina, ið setir ilt í samfelagið, sær burtur frá arabiska samleikanum og spillir tjóðartilfeingið. Í grundlógaruppritinum stendur nevniliga, at Irak skal skipast sum samveldi í trimum pørtum. Hetta tulka sunni-arabarar sum eina ógvusliga hóttan, tí teir væntandi fáa minni ávirkan á spjaðingina av oljuni. Sunnimuslimsku arabararnir, ið telja 15-20% av samlaða fólkatalinum, 26 milliónum, hava sitið við valdið undir fyrrverandi forsetanum Saddam Hussein og kenna seg nú settar til viks við nýggju grundlógini, ið gevur kurdunum og shiamuslimum meiri vald. Sunniarabar høvdu á valinum møguleika at fella grundlógina. Vallógin til atkvøðuna sigur, at um ein 2/3-meiriluti er ímóti grundlógini í trimum av teimum 18 iraksku provinsunum, so skal nýggj grundlóg gerast. Hesin meirilutin var væntaður í teimum trimum provinsunum Anbar, Salah al-Deen og Nineveh - men fleiri meta, at ikki eydnaðist. Tó, í skrivandi løtu, verður bíðað í spenningi eftir fínteljingunum fyri Mosul, sum liggur í Nineveh.
Á tjóðartingsvalinum 30. januar boykottaðu sunni-arabar valið, og mett verður, at einans 10. hvør sunniarabi avgreiddi atkvøðu - vallutøkan var tá 58%. So hesaferð er ein ávís framgongd at hóma viðvíkjandi valluttøku.
Irakska borgarasamfelagið
At ferð ella bara rørsla kemur í eina demokratiska tilgongd hevur uttan iva ovurstóran týdning fyri tað møguliga komandi irakska samveldið. Eitt virkið borgarasamfelag, tvs. teir virknu borgararnir, sum eru í almenna rúminum, skipaðir í felagsskapum, handilsvirksemi ella politikki. Hesir birta undir eitt alment kjak, sum jú hevur alstóran týdning fyri eitthvørt fólkaræði.
Í Irak tók eitt tílíkt borgarasamfelag seg fram í fyrstu helvt av 20. øld - her luttóku fleiri. Men eftir 1950ini var ikki rúm fyri einum tílíkum samfelagi - staturin og herurin tóku yvir.
Í 1963 varð stýrið hjá Qasim generali felt, og eitt annað hernaðarstýrið við eini samgongu av sterkum ættarbólkum tók valdið - hetta stýrið broyttist við árunum til Arabiska Sosialistiska Baathflokkin, ið Saddam Hussein kom at standa á odda fyri. Eyðkent fyri Baathstýrið var, at alt borgarasamfelagið varð koyrt inn undir statin - í øðrum orðum var einhvør politisk mótstøða og annarleiðis hugsan kúgað. Og sjálvur Baathflokkurin var tømdur, ella "reinsaður", fyri hugsjón og var at líkna við eitt amboð, ið einans var nýtt til at tryggja forsetanum og hansara fáu útvaldu trúskap og sosialt kontrol. Borgarasamfelagið var lagt í oyði. Tey fáu, ið royndu at standa fast við sína sannføring komu vanliga út fyri slíkum ræðuleikum sum at sita í fongsli, tortur og avrætting og ofta var sjálv familjan hjá viðkomandi beinleiðis revsað.
Borgarasamfelagið bleiv í tíðarskeiðnum undir Saddam innlimað í ein autoritativan stat. At klára seg í gerandisdegnum var tætt bundið at forholdinum, ið ein hevði til teir partar og netverk, sum stýrið gjørdi brúk av. Fyri flest fólk kom hetta forholdið í lag gjøgnum ættarbond ella nærsamfelagið.
Irak hevur verið ein tjóð plágað av kríggi, síðan einum umfevnandi revsitiltaki av ST. Saddam hevur leitt tjóðina í kríggj móti Iran, síðan ímóti Kuveit. Innanhýsis, politisku trupulleikarnir hava eisini kravt nógva orku. Fyri vesturlondunum, í 1950unum, var Irak yndisbarnið í Miðeystri. Tey bjartskygdu spáddu, at Irak við endan av 20. øld fór at hava eitt skandinaviskt livistøði. Hesir spádómar stavaðu frá stóru oljukeldunum og teimum stóru møguleikunum í landbúnaðinum, ið enn ikki vóru gagnnýttir.
Trupult umskifti
Í dag eru fleiri veruliga troytt av harðskapi og myrku fortíðini, tey royna at fáa røring í eina politiska tilgongd. Á eini ráðstevnu í Keypmannahavn við heitinum "Dilemmas of democratization - a view from the Middle East", hoyrdi eg nakrar av hesum røddunum, sum kunnu metast vera partar av irakska borgarasamfelagnum.
Leiðarin á Palestina-deildini á Bagdad Universitetinum, Huda al-Nu`aimi, luttók á ráðstevnuni, sum var fyrst í februarmánaði í ár. Hon helt, at framtíð Iraks, sum fólkaræði, krevur, at alt tað irakska fólkið luttekur í politisku tilgongdini. Nakrar fáar dagar undan ráðstevnuni var hon millum valevnini í atkvøðuni til tjóðartingið. Hon metti eisini, at vegurin fram í Irak var gjøgnum sáttargerð og samstarv við amerikanararnar, hetta hóast hon viðgekk at, avbjóðingin í at gera eitt fremmant hersetingarvald til samstarvsfelaga vera sera stóra. Men um nú hetta samstarvið skuldi endað uttan eina stjórnarskipan, ið var fastløgd, so hevði hetta skapt risastórar trupulleikar. Starvsfelagi al-Nu`aimis, Amal Shlash, var samd í hesum, og legði afturat, at tað fór at taka langa tíð at uppbyggja eitt politiskt virksemi í Irak. Við Pernille Bramming á Weekendavísini segði hon: "Á tí politiska økinum fara vit frá eini ideologi, ið snýr seg um eina miðsavnandi tjóðareind, og til pluralismu, og á tí økonomiska fara vit frá planbúskapi til marknaðarbúskapi. Hetta verður sera torført og fer at taka langa tíð." Amal Shlash er búskaparfrøðingur og leiðari á førandi irakska granskingardeplinum, Bayt al-Hikma. Sambært henni eru yvir 4.000 NGOs (Non-government Organizations) settir á stovn eftir, at Saddam Hussein varð feldur. Hesir hava tó lítið og einki politiskt vald í dagsins Irak, men hetta gevur tó ábendingar um hvat rørist í samfelagnum. Um talan endaliga verður um eina politiska skipan, ið verður merkt av pluralismu við einum demokratiskum dynamikki, er tó als ikki vist.
Aftur í fyrru helvt av 20. øld.
Akademikarin Sami Zubayda, upprunaliga jødiskur iraki, búsitandi í Onglandi, hyggur aftur á søguna hjá tí irakska borgarasamfelagnum í 20. øld. Zubaida lýsir borgarasamfelagið í Irak, frá stovnanini av irakska statinum í 1919 og til seinnu helvt av 20. øld, í 70unum, tá Saddam og hansara menn í Baathflokkinum setti seg á valdið. Tað var modernaði irakski staturin, sum frá byrjan av, gjørdi umstøðurnar hjá einum samfelagi av virknum borgarum møguligar, soleiðis at teir kundu traðka fram og ávirka samfelagið sum heild. Borgarasamfelagið var samansett av borgarum úr næstan øllum nærsamfeløgunum í Irak. Hetta var gjørt á einum grundarlagi av hugsjónarligari sannføring, handilsáhuga og politiskari fylking - og ikki á siðbundnum solidariteti í nærsamfeløgunum. Tað var í hesum borgarasamfelagnum, at ein irakskur samleiki vaks fram. Í sambandi við, at irakska tjóðin nú skal byrja av nýggjum, og skipast sum eitt samveldi, er hendan hendingin sera viðkomandi og sigur okkum møguliga nakað um framtíðina.
Men hvørji vóru hesi virknu borgararnir og hvar í samfelagnum komu teir frá? Tað vóru embætisfólk úr statinum, intellektuel, lærarar, blaðfólk, listafólk, partar av handilssektorinum, bankafólk og av og á vanliga fólkið t.d. úr arbeiðarastættini, ið hevði skipað seg í felagsskapum, sum høvdu áhuga í og ávirkan á irakska samfelagið. Hóast hetta, sum so var eitt meiri modernað umhvørvi, so varð fyri ein stóran part hildið fast við siðbundnu meirilutamentanina - hvørs virðir gjarna kundu bregða til stammu (ættarbólk), átrúnað, etnisitet, bý ella øki, ella eisini basaar-handilssamtøk, losjur og patron-klient-netverk. Tey virkandi og intellektuellu í borgarasamfelagnum komu úr teimum siðbundnu umhvørvunum. T.d. kundu limir úr eini ávísari "stammu", sita á ymiskum týðandi postum úti í samfelagnum og samstundis viðlíkahalda samband og viðurskifti við stuðulsnetverkið - alt hetta innanfyri eina nútímans umhvørvi, har ymisk mótstríðandi ideologisk rák og áhugamál gjørdu um seg.
Teir virknu borgararnir vóru sunnimuslimar, shiamuslimar, kristin, jødar og kurdar, sum flestir eru sunnimuslimar. Hesir átrúnaðarligu og nærsamfelagsligu samleikar høvdu sítt at siga, tá ið kjakið leikaði á - hetta fortelja endurminningar hjá fleiri almennum persónum og bókamonnum okkum. Fundir vóru hildnir í kaffistovum, salongum og øðrum støðum. Vit hoyra eisini um teirra ymisku tjóðskaparligu hugsjónir, t.d. pan-arabiskar og irakistiskar, og um teirra ymisku politisku sannføringar sum fasismu, kommunismu og meiri liberalar sannføringar. Hesir politisku streymarnir brustu saman í stríð innanfyri ymiskar samanhangir, t.d. í fylkingum og feløgum, í tí almenna og tí dulda og onkuntíð kom herurin uppí.
Tveir irakar
Zubayda sigur okkum frá tveimum irakum, sum fóru úr teirra nærsamfelagsliga ella etniska umhvørvi og í eitt meiri modernað, tjóðskaparligt umhvørvi. Ein var Muhammad Mahdi al-Jawahiri - kendur fyri sítt virki sum yrkjari og fyri sítt politiska virksemi. Hann kom úr eini shiamuslimskari familju úr býnum Najaf. Hin ein minni kendur jødiskur lækni, sum Zubayda í London í 1980 fekk eitt prát við og sum hann kallar Dr. Naji. Hesir báðir siga frá einum samfelag, ið myndaði teirra samleika í einum irakskum formi.
Al-Jawahiri (1903-1999) kom í høgtstandandi størv. Við sínum skarpa penni blandaði hann seg uppí bókmentir, blaðheimin og politikk. Hann var eirindaleysur í sínum atfinningum, sat av og á gegli og var tey seinastu 30 árini av sínum lívi í útlegd. Í hansara politiska ævintýri arbeiddi hann undir ovasta myndugleika; undir Faisal I. kongi og eftir 1958 undir Qasim generali. Men generalurin og Jawahiri gjørdust skjótt ógreiðir, so hann endaði í útlegd fyrst í Kekkia, síðan Sýria. Hann aftraði seg ikki við at finnast at sínum egna shiamuslimska baklandi, heldur legði hann størri virði í sín leiklut sum borgari og fosturlandsvinur. Fleiri fylgdu hansara leið, fóru meiri frá teirra nærsamfelagi og fingu í staðin ein størri tokka til tjóðina - hesir myndaðu gjarna vinstraveingin, serliga savnaði Kommunistiski Flokkurin slíkar.
Dr. Naji (1915-) var lækni og jødi - tað er serliga hetta, sum ger at hansara søga verður tikin fram. Naji arbeiddi mest í ymsum støðum kring landið og at enda í Baghdad. Í 1970 fór hann úr Irak eftir Baathflokkurin kvetti seg til valdið í 1968 og ein flóð av yvirgangi móti ávísum pørtum av samfelagnum gjørdu um seg - fyrst stóðu jødar fyri skotum. Naji var illa viðfarin og endaði í geglinum - hann flýddi úr landinum stutt eftir hetta. Men gjøgnum sítt yrki kom hann í samband við sínar landsbrøður, sum ikki vóru jødar. Mentanarliga helt hann seg hava meiri í felag við sínar starvsfelagar og aðrar statsfunktionerar enn við vanligu jødarnar kring Irak. Hann hitti hesi yrkisfólk í serligum klubbum, har hugni, prát og spøl vóru á skránni. Hann var við í almennum hátíðarhaldum og sat saman við myndugleikum í kraft av yrki sínum. Í hesum virkseminum hevði Naji lítið samband við jødiska nærsamfelagið, her kom hann, tá ið hann hevði frí og vitjaði familju í Baghdad. Av og á, sum hann sigur tað, gloymdi hann, at hann var jødi - hann var jú embætismaður eisini millum aðrar irakar.
Borgarasamfelag og trýbýtingin av Irak
At støðan í Irak í dag er hættislig og framtíðin lítið bjørt eru flestu eygleiðarar á einum máli um - samfelagið er í sori, ruðuleiki valdar, og summi siga borgarakríggj longu er byrjað. Serliga er tað sunniarabararnir, ið eru bangnir fyri, at Irak so líðandi upploysist í tríggjar lutir, tríggjar ymiskar statseindir - ein kurdiskan stat í norði, ein sunniarabiskan inni á meginlandinum og so ein shiamuslimskan stat í suðuri. Og oljan er knúturin, sum er ringur at loysa. Lítið og einki av olju er nevniliga inni á sunniarabiska meginlandinum.
Men Sami Zubaida vísir á, at Irak er meiri enn bara stríðandi etniskir og átrúnaðarligir bólkar. Áður-nevnda tríbýtingin av irakska fólkinum - í ein sunni-, shiamuslimskan og so ein kurdiskan lut - teknar einans eina vegleiðandi lýsing. Hetta eru jú sera týðandi marknalið í samfelagnum, men úr hesum sjónarhorninum fer tað úr eygsjón, sum teir tríggir partarnir hava havt í felag - nevniliga eitt virkið borgarasamfelag. Zubaida leggur áherðslu á, at vanlagnan "Irak" ikki er grundað á, at eingi bond eru, ið binda ymisku partarnar saman, men heldur er vanlagnan hon, at mann so líðandi hevur mist hesi sambondini, sum einaferð vóru.
Sum støðan er í dag er vandi fyri at long tíð fer at ganga áðrenn eitt virkið, irakskt borgarasamfelag kann trína fram. Lóg og ordan eru avgerandi fyri eini afturkomu av borgarasamfelagnum. At tjóðartingið húsast í The Green Zone, ið einans minnir um eina borg, væl vard av alskyns amerikanskari hernaðarútgerð, sigur ikki so lítið um politisku støðuna. Altavgerandi er at fáa sunniarabararnar uppí politisku tilgongdina, men hetta kann væl gerast sera torført. Um long tíð gongur uttan eitt virkið borgarasamfelag kann irakski samleikin fara fyri skeyti - frá at vera irakskur, til at tengjast nærri við siðbundna nærsamfelagið, sum t.d. sunni-, shiamuslimskt ella kurdiskt.

Keldur
Pernille Bramming: "Kampen for fred" - Weekendavisen, 18. febr. 2005
Sami Zubayda: "The rise and fall of civil society in Iraq" - á www.opendemocracy.net