Seinastu 10 árini hava borgarar í Tórshavnar kommunu havt hægstu inntøkuna, meðan eitt tíðarskeið var tað í Kunoy, at borgararnir forvunnu mest.
Nýggja uppgerðin hjá Hagstovuni samanber miðinntøkuna í ymsu kommunum við trý ára millumbilum frá 2009 til 2018.
Miðinntøka merkir, at inntøkurnar hjá borgarunum í kommununi verða skipaðar frá teimum lægstu til tær hægstu og síðan verður mittasta inntøkan tikin burturúr.
Í 2018 var tann hægsta inntøkan hjá borgarum í Tórshavnar kommunu við 199.000 kr. Á øðrum plássi er Kunoyar kommuna við 193.000 kr.
Merkisvert er, at Kunoyar Kommuna í 2009 lá á 17. plássi, men síðani 2012 hevur inntøkan hjá kunoyingum verið millum tær hægstu í landinum.
Í teimum fýra stóru kommununum Fuglafjarðar, Klaksvíkar, Tvøroyrar og Runavíkar kommunu var inntøkan júst tann sama á 174.000. kr.
Lægsta inntøkan í 2018 á 135 tús. kr. var í Húsavíkar kommunu. Síðani í Hovs og Sumbiar kommunu.
##med2##












