Hundraðtals borgarar í Tórshavnar kommunu í bíðistøðu hvørjum bíðar býráðið eftir?
Tað spyr Andrea Heindriksdóttir, sum er forkvinna í skúlastýrinum í Kommunuskúlanum í Havn í skrivi, sum hon hevur sent miðlunum. Hon vísir á, at borgarar í Tórshavnar kommunu nú í fleiri ár hava bíðað eftir, at Tórshavnar býráð tekur avgerð um framtíðarstøðu Kommunuskúlans .
- Okkara fólkavaldu eru vald inn í býráðið at seta út í kortið, hvat borgarans peningur skal brúkast til, at taka støðu til ymisk fyri borgaranum umráðandi mál, og annars styrkja samskiftið við borgaran. Men hvat? Einki av hesum er veruleiki, tá ræður um kommunuskúlan.
Andrea Heindriksdóttir heldur, at Tórshavnar býráð hevur sett Kommunuskúlan í eina óavmarkaða bíðistøðu, so sleppast kann undan at taka støðu.
- Hetta er ein mótsøgn í sjálvum sær, men eisini eitt tilvitað val, merkt av atgerðarloysi, manglandi vilja og evnum til at taka málið upp og loysa tað á ein virðiligan hátt.
Hon vísir á, at Tórshavnar Kommunuskúli er ein miðbýarskúli og eigur eisini framhaldandi at vera ein miðbýarskúli.
- Skúlin treingir til ábøtur, og hetta kostar pening. Tað er einki nýtt í tí. Skúlin hevur ikki leypandi fingið neyðugu ábøturnar, og tí er støðan, sum hon er. Alskyns umberingar hava verið frá býráðsins síðu fyri at sleppa undan at taka støðu til, hvat skal gerast við bygningar skúlans alt fyri at draga tíðina út, so einki hendir, eingin støða, einki samskiftið, ja, einki - og vit bíða framvegis ......
Forkvinnan í skúlastýrinum sigur, at tíbetur er skúlin enn innihaldsliga vælvirkandi, og hetta er starvsfólki og leiðslu skúlans fyri at takka. Hesi hava hóast vánaligar hølisumstøður tryggjað dygdargott arbeiðið í skúlanum, okkara børnum at frama.
- At arbeiða í óvissum karmum er ongantíð gott, og at arbeiða í einum skúla, sum nú húsast í trimum ymsum støðum í býnum, og sum eingin veit framtíðina hjá, eru ikki virðiligar umstøðar at bjóða teimum, ið vara av skúlanum og skúlans arbeiði.
Andrea Heindriksdóttir vísir á, at borgarstjórin hevur alment í fleiri umførum gjørt vart við, at tað verður einki samskiftið við skúlan, fyrr enn støða er tikin til,
hvat framtíðin hevur at bjóða.
- Hetta er í sjálvum sær ein hugvekjandi útsøgn, ótíðarhóskandi, óvirðilig og brot á alla fyrisitingarliga siðvenju. Eg fari tí alment at spyrja Tórshavnar býráð og tey, sum ráða fyri borgum har, hvørjar ætlaninar eru fyri framtíðarstøðu Kommunuskúlans?
Hon heldur, at borgarar í Tórshavnar kommunu - og foreldur at børnum í Kommunuskúlanum - hava rætt til at fáa eitt svar nú - ikki minst, tá hugsað verður um, at hetta máli hevur bíðað nú í nógv ár, uttan at nøkur haldgóð útsøgn er komin úr býráðnum hesum viðvíkjandi.










