Rani Skaalum í Havn er í ferð við at gera ein borgaralista í sambandi við býráðsvalið, sum verður 10. november.
Rani Skaalum er virkin í Miðflokkinum. Hann hevur stillað upp fleiri ferðir fyri Miðflokkin og er floksstjórnarformaður í aðalstjórn Miðfloksins. Men Miðflokkurin stillar ikki upp til býráðsvalið í Havn. Nevnd floksins hevur tikið ta støðu – sum flokkurin eisini hevði á seinasta býráðsvali í Havn – at flokkurin ikki stillar upp. Miðflokkurin hevur ongantíð havt umboð í Tórshavnar býráð, hóast flokkurin fimm ferðir hevur stillað upp. Seinast var í 2012, tá flokkurin fekk 287 atkvøður, sum er 2,58 prosent.
Fyri at vera valdur í Tórshavnar býráð, skal ein flokkur hava minst 1/13 av atkvøðunum. Á seinasta býráðsvali fekk Fólkaflokkurin síðsta sessin, sum tá kostaði 829,50 atkvøður svarandi til 7 prosent av atkvøðunum.
Hóast Miðflokkurin ongantíð hevur havt umboð í Tórshavnar býráð, so hevur Jenis av Rana, formaður Miðfloksins, havt sæti í Tórshavnar býráð sum varamaður fyri Petur í Gong á uttanflokkalistanum valskeiðið 1992-1996.
Rani Skaalum sigur við in.fo, at tey um vikuskiftið aftur hava fund um uppstillingina.
Hann sigur eisini, at hann ikki hevði hildið tað verið skeivt av Miðflokkinum at stilla upp, men at Borgaralistin einki hevur við Miðflokkin at gera.
– Tað er sum um at gáttin er viskað burtur, og at bland er komið í millum býráð og løgting. Eg vil fegin hava kjak um hetta, og tí havi eg valt at vita, um stemningur er fyri at stilla ein borgaralista upp, sigur hann.
Rani Skaalum vísir á, at fólk viðhvørt velja politiskt og viðhvørt ikki.
Spurdur hvussu tað gongur við uppstillingini, og hvussu nógv fólk eru komin á listan, sigur hann, at 3-7 fólk eru á listanum. Onkur vantar at svara endaliga, og at hann hevur sent følarar út til fleiri onnur fólk.
Men hvussu sær "floksskráin" hjá einum slíkum borgaralista út?
– Vit vilja hyggja eftir, hvørjum nærumhvørvið hevur brúk fyri. Borgarin skal í miðdepul heldur enn flokspolitikkur. Tað skal verða styttri millum borgarar og býráð og politikarar, og so skal listin hava lokalt fokus, sigur Rani Skaalum.