Borgaralisti í Vága Kommunu

Borgaralistin í Vága Kommunu bjóðar seg fram, nú kommunan skal hava nýggjan borgarstjóra

Við slagorðinum “Ein kommuna – tríggjar bygdir” bjóðar Borgaralistin í Vága Kommunu seg fram til valið. Á listanum eru bæði royndir og óroyndir politikkarar, millum annað onkur fyrrverandi borgarstjóri.

Hjartamálini hjá listanum er at virka fyri trivnaði fyri allar borgararnar í kommununi, og at arbeiða kommunalt, heldur enn lokalt, siga tey í fráboðan.

Tey sum bjóða seg fram á Borgaralistanum í Vága Kommunu eru hesi:

 

- Albert Ellefsen, 61 ár, fíggjarleiðari, Miðvágur

- Birita E. Petersen, 51, ár, lærari, Sandavágur

- Bjarni Prior, 47 ár, verkætlanarleiðari, Sandavágur

- Christina Ravnsfjall, 41 ár, grassroot samskipari, Sandavágur

- Dagbjørn Hansen, 54 ár, handverkari, Sandavágur

- Fróði H. Poulsen, 45 ár, flogskipari, Miðvágur

- Heðin Poulsen, 52 ár, goymsluleiðari, Vatnsoyrar

- Jonhard Joensen, 60 ár, handverkari, Sandavágur

- Jóanis Albert Nielsen, 24 ár, bankaráðgevi, Sandavágur

- Marna Zachariassen, 38 ár, hjálparfólk, Miðvágur

- Martin Simonsen, 39 ár, fiskarøktari, Miðvágur

- Óli Lydersen, 32 ár, maskinførari, Miðvágur

- Rósa Samuelsen, 60 ár, løgtingskvinna, Sandavágur

- Stacey Wiberg, 37 ár, vinnurekandi, Miðvágur

- Tórdis Dam Johannesen, 48 ár, námsfrøðingur, Sandavágur