Ein partur av býarplaninum í Hoyvík er, at nýggj kirkja skal byggjast. Ætlandi verður farið undir arbeiðið í komandi ári.
Í hesum sambandi verður leygardagin skipað fyri almennum borgarafundi. Fundurin verður hildin í Hoyvíkar skúla kl. 14.
Á fundinum verða tekningar og modell av kirkjuni at síggja, og koma
arkitektarnir Albert Isfeldt og Gudmundur S. Hansen at greiða frá
verkætlanini. Somuleiðis verður bygginevndin, ið hevur arbeitt við ætlanini,
at hitta á fundinum.