Mikukvøldið verður borgarafundur í Ósaskúlanum í Klaksvík, har framtíðin hjá Norðoyggjum við fasta sambandinum verður viðgjørd
Í allar tíðir hevur hav skilt Norðoyggjar frá meginøkinum, men við áræði frá leiðandi fólkum og við hjálp frá nýggjari tøkni, standa vit á gáttini til eina tað størstu hending í norðoyasøgu nevniliga at tað verður koyrandi undir Leirvíksfirði.
Hetta síggja vit øll fram til, tí vit vita, hvussu stóran týdning tað hevur við góðum og jøvnum sambandi. Tað er eingin ivi um, at henda íløga fer at skapa vøkstur og trivna og at vit sum borgarar fara at fáa stóra gleði hava hesum frambroti.
Eitt tað fyrsta sum vit fara at leggja til merkis, verður økta ferðslan, og tí verður kallað inn til borgarafund í Ósaskúlanum mikukvøldið 8. februar 2006 kl. 19.00.
Skulu vit á nakran hátt gera tað liviligt fyri okkum sjálvi og teir gestir, sum koma hendan vegin, so er umráðandi, at vit viðgera hetta evni og væl og virðiliga. Ein spurningur er parkeringsviðurskiftir, ein annar hvussu man fær ferðsluna at glíða, men tann størsti er kanska ferðslutrygdin.
Tankin er, at fundurin skal verða uppbyggjandi og gevandi og skal hann verða ein stuðul til tey sum skulu taka avgerðir.
Tey sum luttaka eru:
Klaksvíkar Kommunu
Ráði fyri Ferðslutrygd
Løgregluna
Ambulansutænastuna
Sløkkiliðið
Landsverk
Norðoyatunnilin
Hvannasunds Kommuna
Viðareiðis Kommuna
Kunoyar Kommuna










