Borgarafundur á Tvøroyri

Í kjalarvørrinum av stóra eldinum á Varðanum Pelagic, verður nú borgarafundur á Tvøroyri.

Tvøroyrar Kommuna skipar 28. juni fyri borgarafundi í skúlahøllini í Trongisvági.

 

 

Orsøkin er stóri eldsbrunin á Varðanum Pelagic. Umboð fyri Tvøroyrar Kommunu, Suðuroyar Sjúkrahús, Varðan Pelagic, løgreglu, sløkkilið, og aðrar myndugleikar, ið høvdu við átakið at gera, taka lut á fundinum.

 

 

Sagt verður millum annað í tíðindaskrivi, at endamálið við fundinum er at geva borgarum høvi at seta spurningar um ógvusligu hendingina, tí hóast fyritøka og myndugleikar hava gjørt sítt til at kunna um hendingina, so kann tað vera, at borgarar hava spurningar um hendingina og um avleiðingar.