Borgarafundur og fólkaatkvøða um samanlegging

13. mars verður borgarafundur í Nólsoy, og eina viku seinni verður fólkaatkvøða um samanlegging við Tórshavnar kommunu. Jógvan Thomsen, bygdarráðsformaður, dugir ikki at meta um, hvørja støðu nólsoyingar fara at taka til samanlegging, men bygdarráðið er samt um, at hetta er gongda leiðin hjá nólsoyingum

Samanlegging

Seinastu tíðina hevur nógv verið tosað saman millum umboð fyri Nólsoyar kommunu og Tórshavnar kommunu um samanlegging av kommununum.
Jógvan Thomsen, bygdarráðsformaður í Nólsoy, sigur, at fyrstu fundirnir í hesum arbeiði, vóru á embætismannastigi, sum hann tekur til.
- Eitt forarbeiði varð gjørt, ið legði arbeiði, sum gerast skal frameftir, í fastar karmar, eitt nú við einum fylgiskjali til sáttmála um samanlegging.
Tað vóru bygdarráðsformaður og Jens Marius Poulsen, kommunustjóri í Tórshavnar kommunu, sum løgdu hetta arbeiði til rættis. Fylgiskjalið til høvuðssáttmálan fyllir 28 A4 síður.
Síðan komið varð til tann politiska partin, hevur ein samráðingarbólkur við trimum umboðum úr hvørji kommunu havt fundir um samanleggingina.

Fólkaatkvøða

Jógvan sigur, at ein høvuðssáttmáli nú er gjørdur, sum fyllir tríggjar A4 síður. Hesin verður væntandi sendur borgarunum í Nólsoyar kommunu nú í vikuskiftinum.
Borgarafundur í Royndarhúsinum í Nólsoy, 13. mars, og síðan verður fólkaatkvøða um samanlegging í Nólsoy, 20. mars.
Jógvan Thomsen sigur, at sambært ætlanini, sum fyriliggur, verður Nólsoyar kommuna løgd saman við Tórshavnar kommunu á nýggjárinum, 2005.
Spurdur, hvussu hann metir, at undirtøkan í Nólsoy er fyri samanlegging, sigur hann, at tað dugir hann ikki at meta um.
- Men bygdarráðið stendur púra samt í hesum máli og samtykti einmælt at taka upp samráðingar við Tórshavnar kommunu um samanlegging.
Hann sigur, at tað eru nógv viðurskifti, sum peika tann vegin, at rætt er at fara uppí Tórshavnar kommunu.
- Vit hava eisini verið á fundi við landsstýrismannin í innlendismálum sum sigur, at "koyriætlanin" hjá hesum landsstýrinum er tann sama sum hjá undanfarna landsstýri, nevniliga at vit eiga at hava færri kommunalar eindir, nú politikkurin er, at kommunurnar skulu umsita fleiri og fleiri málsøki.
Jógvan heldur tí, at bygdarráðið hevur skyldu til at geva borgarunum í Nólsoy møguleikan at taka støðu til samanlegging við Tórshavnar kommunu.

Sáttmálin

- Sáttmálin ber í fyrsta lagi í sær, at vit fáa ein nýggjan barnagarð í Nólsoy til umleið 30 børn. Sum er, er missiónshúsið karmur um barnagarðin, men hesin er meira enn fultsettur nú.
Aftrat hesum, sigur Jógvan, at nøkur smærri arbeiði skulu gerast beinanvegin, sum kosta umleið eina miljón krónur.
- Sambært ætlanini skulu hesi smærri arbeiðini gerast í hesum árinum, og nýggi barnagarðurin skal byggjast í næstu setu, nú kommunuval verður til heystar.
Jógvan vísir á, at umframt tey mál, sum fremjast skulu í hesum árinum og í næstu setu, er avtala gjørd um ávísar langtíðar íløgur.
- Her er talan um útbyggingar av skúlanum, eldraøkinum og liðugtgerð av svimjihylinum, sum stendur í gerð í Nólsoy.
Spurdur, nær hesar íløgur væntandi kunnu gerast, sigur Jógvan:
- Eingin kennur framtíðina, og tað veldst um, hvussu fíggjarvánirnar verða. Gongst væl, koma íløgurnar fyrr, men gongst verri, koma tær seinni.
Hann vísir á, at sáttmálin byggir á solidariskan anda, soleiðis at tíðin kemur borgarunum til góðar, tá ið tað gongst væl og gongst minni væl, mugu borgararnir eisini bera tað.

Havnalagið

Spurdur, um Tórshavnar kommuna eisini tekur eina hond í, nú havnalagið í Nólsoy verður útbygt, sigur Jógvan.
- Her eru vit samdir um, at havnaútbyggingar í fyrsta lagi er landsuppgáva, men vit vænta, at vit verða komnir rættiliga langt við tí, sum nú verður gjørt, áðrenn ein møgulig samanlegging verður framd.
Hann sigur, at hesi viðurskifti eru umrødd millum partarnar og tað, sum Jógvan væntar verður eftir at fremja, tá ið samanlagt er, eru møguligar dýpingar av havnini og ferjuskrái.
- Eg trúgvi, at eisini slík viðurskifti verða betur fingin undir land, tá ið vit saman standa sterkari, sigur Jógvan Thomsen.
Í Nólsoy búgva 262 fólk í dag. Nøkur ár herfyri vaks fólkatalið, men nú eru tey færri aftur. Í skúlanum eru 35 børn og á dagstovninum, sum nú er meira enn fultsettur, er talið 22.
Eins og aðrastaðni, har alivinnan hevur verið ein partur av inntøkugrundarlagnum, hava fólk, sum starvast á landalistøðini í Nólsoy, eisini mist arbeiði.
Herfyri læt støðin aftur, sum seinastu árini hevur húsast í bygninginum, sum áður var fiskavirki.
Einir tríggir mans vóru í starvi hjá felagnum, sum hevði alivirksemi í Nólsoy.
Í Nólsoy eru fleiri fiskimenn, og nógv fólk ferðast hvønn dag inn á meginlandið at arbeiða.