Borgarafundur í Suðuroy um Suðuroyartunnilin

Har fara bæði fakfólk, og politikarar úr Suðuroynni, at siga sína hugsan

Nú verður borgarafundur í Suðuroy um ætlaða Suðuroyartunnilin. Fundurin verður klokkan 13 leygardagin 23. juli og hann veðrur í skúladeplinum í Grønadali í Hovi.

 

– Við Sandoyartunlinum verða 88 prosent av Føroya fólki bundin í eitt og sama vegakerv. Koyrandi verður av Skarvanes til Bíggjar, eins og tað verður koyrandi úr Sørvági til Viðareiðis, staðfesta fyrireikararnir.

 

Øll norðanfyri Suðuroyarfjørð fáa lut í samfelagsmenningini og tey gerast eisini ein partur av stóra lestrarumhvørvinum í miðstaðnum. Tey fáa atgongd til væl lønt størv og almennar tænastur. Og tað slepst ikki undan, at vánaliga atgongdin til almenna virksemi norðanfjørðs er ein dyggur smeitur fyri Suðuroynna, og verður einki gjørt, fer fráflytingin heldur fram, siga fyrireikararnir.

 

Um eitt gott ár verður koyrandi til Sandoyar, og tá er Suðuroyggin einasta stóra øki í landinum, sum ikki er bundið í meginøkið. Verða Suðuroyggin, og kanska eisini Skúgvoy, knýtt uppí restina av landinum, eru 99 prosent av Føroya fólki knýtt saman.

 

Gongdin í Suðuroynni seinastu ártíggjuni hevur verið døpur, tí fólkatalið er minkað og aldursbýtið og kynsbýti, er skeiklað. Ein av høvuðsorsøkunum er, at tað ber ikki til at búgva í Suðuroynni og starvast í miðstaðarøkinum. Suðuroyingar eru avskornir frá tí góða arbeiðsmarknaðinum í meginøkinum. Valið stendur tí ímillum at búseta seg í meginøkinum, og hava góða og fjøltáttaða atgongd til góð størv, ella búseta seg í Suðuroynni og hava sera avmarkaða atgongd til góð størv.

 

Ongin ivi er um, at Suðuroyartunnilin er loysnin fyri Suðuroy, soleiðis, at eisini Suðuroyggin verður bundin saman við restina av Føroyum, siga fyrireikararnir

 

Skráin fyri borgarafundin er hendan:

 

kl. 13.00 Umboð fyri fyrireikararnir bjóða vælkomið

 

Kl. 13.05: Dennis Holm, samfelagsfrøðingur, sum eisini verður orðstýrari, hevur framløgu um avbjóðandi gongdina í fólkatalinum í Suðuroy.

 

Kl. 13.15: Tónleikabólkurin, Hamradun, við Pól Arna Holm og Una Debess, framførir tvey løg.

 

Kl. 13.25: Mourits Joensen og Kristian Stórhamar hava framløgu um linjuføring og meta um kostnaðin av Suðuroyartunlinum.

 

Kl. 14.00: Tummas Frank Joensen, ferðaleiðari úr Skúgvoy, greiðir frá týdninginum av, at Skúgvoy verður knýtt uppí Suðuroyartunnilin, og hvørja ávirkan hetta hevur fyri Skúgvoy.

 

Kl. 14.10: Steðgur í 15 minuttir. (høvið verður at fáa kaffi).

 

Kl. 14.25: Løgtingsumboð og umboð fyri politisku flokkarnir við tilknýti til Suðuroynna, bera fram síni sjónarmið og aftaná verður kjak og høvið verður hjá fundarfólkinum at seta spurningar.

 

Á fundinum eru hesi umboð fyri flokkarnar:

 

Jacob Vestergaard, Fólkaflokkurin

 

Erhard Joensen, Sambandsflokkurin

 

Bjarni Hammer, Javnaðarflokkurin

 

Kristin Michelsen, Sjálvstýri

 

Bárður G. Nielsen, Tjóðveldi

 

Umboð fyri Miðflokkin, Miðflokkurin