Borgar, Bjørk og Bjarnastein

Stóra kvinnurenningin var leygardagin, tá eisini Bjørk H. Olsen var í Finnlandi og kappaðist við dansk/íslendska landsliðnum. Sunnudagin var Borgar Biskobstø við í Reykjavík Maraton.

 

Tað vóru heilar 1070 kvinnur meldaðar til stóru kvinnurenningina, sum fór fram í góðveðrinum leygardagin. Bert tunnilsrenningarnar og ein fólkaheilsurenning hava savnað størri skara. Og tað var eitt satt fólkahav á Tórsbreyt, har felags upphiting var á skránni, áðrenn startskotið gekk. Fyrst á mál var fyrrverandi landsliðsrennarin Sunniva Bjarnastein, Bragdi, sum vísti, at enn eru knotur í. Hennar tíð gjørdist 22.54 min. Nr. 2 varð Lone Høeg Bejer úr Klaksvík, sum spurtsigraði Ann Thomsen úr Bragdinum. Teirra tíðir vóru ávikavíst 24.01 og 24.05 min.

 

Øll úrslitini umframt myndir eru at finna á www.bragdid.fo