Borg yngri á veg upp á tindin

14 ára gamli sonurin hjá Björn Borg hevur arvað onkrar gávur hjá pápanum.

Leo Borg, 14 ára gamli sonurin hjá heimskenda fyrrverandi tennisspælaranum, Björn Borg, er á veg til at skapa sær sjálvum eina yrkisleið innan tennis eins og pápin gjørdi í 1970-unum og fyrst í 1980-unum.

 

Í síðstu viku og fram til um vikuskiftið spældi Leo Borg við í U14-deildini í Orange Bowl. Her spældi Leo seg í fjórðingsfinaluna, har hann tapti tepurt ímóti næstbest styrkismetta, japanska Shintaro Mochizuki, ið vann 6-2, 5-7, 6-4.

 

Orange Bowl er mett at vera heimsins sterkasta kapping fyri ungar spælarar og verður eisini kallað fyri 'tað óalmenna HM'. Fleiri kendir spælarar hava vunnið U14-deildina í hesari kappingini. Nevnast kunnu eitt nú Magnus Norman og Juan Martin Del Potro.

 

Leo Borg hevur fingið sítt gjøgnumbrot í ár, har hann hevur vunnið eina stóra kapping í Danmark og eisini er blivin svenskur unglingameistari í tvímansleiki.

 

Björn Borg eigur Leo saman við Patricia Östfeld. Hon er triðja konan, ið hann er giftur við.