Borg er best

Sambært bretska blaðnum Financial Times er svenski fíggjarmálaráðharrin, Anders Borg (myndin), tann fíggjarmálaráðharrin í ES, sum stendur seg best. Næstur honum er Wolfgang Schäuble í Týsklandi.

Financial Times rósar Anders Borg, tí longu tíðliga í kreppuni dugdi hann at síggja, at tað var neyðugt at styrkja bankarnar, eins og hann fær rós fyri at hava biðið fólk læra av kreppuni, sum var fyrst í nítiárunum.

Danski fíggjarmálaráðharrin, Bjarne Corydon, er nummar 16 av teimum 19 ráðharrunum, sum blaðið hevur mett. Financial Times vísir tó á, at Bjarne Corydon er júst komin í starvið, og at hann hevur yvirtók eitt stórt hall á fíggjarlógini.

Ikki óvæntað fáa grikski fíggjarmálaráðharrin, Evangelos Venizelos, og italski starvsbróður hansara, Giulio Tremonti, tann ivasama heiður at standa niðastir á listanum.