Borealis Band frumframførslu

Níggju tónleikarar úr útnorði framføra undir heitinum Borealis Band í Norðurlandahúsinum fríggjakvøldið.

Fríggjakvøldið hevur Borealis Band frumframførslu í Norðurlandahúsinum.

 

Endamálið við verkætlanini Borealis Band er at sameina 9 tónleikaúrmælingar  í aldursbólkinum 20-30 ár undir leiðslu av íslendska Samuel Jón Samúelsson.

 

Orkestrið er mannað við 3 tónleikarum frá Føroyum, Íslandi og Grønlandi. Orkestrið hevur í løtuni eitt slag av venjingarlegu í Norðurlandahúsinum.  Tónleikastílurin er ein blanding ymiskum tónleikastílum m.a. rock, folk, reggea, jazz, fusjón, stórbandstónleikum við íblástri frá siðbundnum tónleiki úr útnorði.

 

Borealis Band hava í fyrsta umfarið 4 konsertir í Tórshavn, Keypmannahavn, Nuuk og Reykjavik.

 

Úr Føroym koma Ernst Remmel, Guðrið Hansdóttir og Mattias Kapnas, sum øll trý eru kend á føroyska tónleikapallinum. Eisini eru tað fleiri ið kennast við Samuel Jón Samúelsson, sum m.a. er kendur frá Retro Stefsson.

 

Konsertin verður fríggjakvøldið 24. Apríl, kl. 19.30.

 

Manningin í Borealis eru:

 

Ísland
Samúel Jón Samúelsson - orkestur og tónlistaleiðari og spælur trombon
Unnstein Manuel Stefánsson – sang, gittar
Ingibjörg Elsa Turchi - bass

 

Grønland
Thelma Lyberth – sang, gittar o.a.
Jonas Nilsson– slagverk
Pauline Christiansen – trompet o.a

 

Føroyar
Guðríð Hansdóttir – sang, gittar o.a.
Mattias Kapnas – tangentar
Ernst Remmel – trompet o.a.